Nýggj fløga og útgávukonsertir.

Nýggj fløga og útgávukonsertir.

25. mai kemur út nýggja fløga við Eyðun Jacobsen. Heiti á fløguni er “Lívsins løtur”. 18 sangir eru á fløguni, har Eyðun sjálvur hevur skriva orð og lag til 8 av teimum. Tónleikurin er innspældur, gjøgnum seinastu 4 – 5 árini, í Crossroads Studio í Arden NC, av sera dugnaligum tónleikarum undir leiðslu av Jeff Collins og nærum allar røddirnar eru sungnar inn í studionum hjá Erik Biskupstø í Klaksvík.
Eyðun Jacobsen, hevur fingist við tónleik síðani barnaárini, bæði í Føroyum og uttanlanda. Fyrsta útgávan, hann var við á, kom í 1973. Tað var Betesda Duettin, Jógvan Mortensen og Eyðun Jacobsen, sum góvu út EP plátuna, Úr Himli til jarðar. Hann spældi fast guittar við Kvartettini í Betesda. Hann var við í Miðnáttarsangbólkinum í Runavík, Elim Kvintettini í Søldarfirði og Exodus í Runavík.
Hann búði frá 1983, 17 ár saman við familjuni í Danmark. Har fekst hann nógv við sang og tónleik, bæði sum einstaklingur og í bólkum. 4 útgávur komu meðan hann búði í Danmark, 3 á donskum og ein á føroyskum.
Síðani hann flutti heimaftur í 2000, hevur hann verið sera virkin við sangi og tónleiki, hann hevur givið ut 2 fløgur sum einstaklingur, 2 fløgur saman við døtrunum. Eisini hevur hann luttikið og samskipa fleiri útgávur, m.a. hjá Kelduni, Svein í Prestgarði, Kvartettin í Betesda, Ólavur á Váli Olsen, Oasubrøður.
Eisini samskipaði hann fløguna Tú Leitar, sum bleiv givin ókeypis í 10.000 eintøkum. Hann hevur eisini skipa fyri fleiri sang og tónleika tiltøkum gjøgnum árini.
Í samband við nýggju útgávuna, vera útgávukonsertir leygarkvøldi 25. mai kl 20.00 í Frelsunnarherinum í Havn og sunnukvøldið 26 mai kl 20.00 í Kelduni í Skálafirði. Eisini luttekur Magni Christiansen. Tað er ókeypis atgongd.
Sunnumorgunin 26. mai kl. 11.00, luttekur Eyðun, saman við tónleikarum, á møtinum í Lívdini í Hoyvík.

Nýggi Sáttmálin endurskoðast!

Nýggi Sáttmálin endurskoðast!

31. oktober 2017 – sjálvan 500 ára dagin fyri trúbótina – fingu føroyingar fyri fyrstu ferð eitt Nýggja Testamenti á gerandismáli. Slóðbrótandi útgávan, var serliga ætlað ungum og teimum, ið ikki kenna bíbliuna væl, men nógv onnur hava eisini havt stóra gleði av hesi útgávu. Nú gott hálvtannað ár seinni, eru undir 500 eintøk eftir av upplagnum á 3.000, ið bendir á at tørvurin hevur verið stórur.
Frá byrjan var ætlanin at endurskoða útgávna, og nú verður farið undir arbeiði, ið ætlast av vera liðugt um gott ár. Tað er forlagið Bókin hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum stendur fyri arbeiðnum, og tá endurskoðanin er liðug er eisini ætlanin at útgeva Nýggja Sáttmálan sum app.
Ein bólkur er settur at endurskoða Nýggja Sáttmálan, men alt Føroya fólk fær nú møguleika at taka lut. Eitt talgilt skjal er gjørd, har øll kunna koma við viðmerkingum. Skjalið er á hesi leinkjuni: http://ns-vidmerking.biblia.fo
Í skjalinum, er gjørligt at gera viðmerking til útgávuna sum heild, ella vísa til kapittul og vers, og møguligt er at gera fleiri viðmerkingar. Freistin at lata inn viðmerkingar, er heilt fram til 31. august 2019. Bíbliufelagið vónar at øll sum hava nakað at viðmerkja, taka av hesum møguleika. Meiri kunning fæst við at venda sær til aðalskrivaran hjá Føroyska Bíbliufelagnum, Gunnar K. Nattestad á tlf. 787826. www.biblia.fo

Lívssøgan hjá D.L. Moody

Lívssøgan hjá D.L. Moody

Heimskendi amerikanski prædikumaðurin Dwight L. Moody, var føddur nærhendis býnum Boston í státinum Massachusetts í 1837 og andaðist í 1899. Til samanberingar skal sigast, at Moody livdi samstundis sum skotin William Gibson Sloan, sum var føddur í 1838 og sum prædikaði evangeliið í Føroyum. Hóast Dweight L. Moody andaðist einans 62 ára gamal, hevði hann prædikað fyri… Les meira

Páskamøtir og stevnur kring landið

Páskamøtir og stevnur kring landið

Keldan í Skálafirði skipar fyri Páskastevnu 18.-22. apríl 2019 við heitinum “Livandi vón”. Les meira á www.paskir.fo Páskamøtir í Bylgjuni í Runavík 18.-21. apríl. 2019 við heitinum “Brann ikki hjartað í okkum”. Les meira á www.evr.fo Páskamøtir í skúlahøllini í Trongisvági 18.-21. apríl. 2019 við heitinum “Guds náði er botnleys”. Les meira á www.evr.fo Heimamissiónin… Les meira

Tom Roberts í Føroyum 15. Mars – 24. apríl 2019

Tom Roberts í Føroyum 15. Mars – 24. apríl 2019

Her er skráin fyri møtini við Tom Roberts Sunnudagin 17. Mars kl.11:00 NAZARET, Kaldbak …………………….kl.18:00 EBENEZER, Tórshavn Týskvøld 19. Mars  kl.19:30 Hotel Skálavík (skeiðs- og frítíðardepilin Immanuel) Mikukvøld 20. Mars  kl.20:00 KEDRON, Sørvágur Sunnudagin 24. Mars  kl.11:00 LÍVDIN, Hoyvík ……………………kl.18:00 BETESDA, Klaksvík Mikukvøld 27. Mars kl.19:30 BERØA, Saltangará Fríggjakvøld 29. Mars kl.21:00 YOUTH-MEETING, HEBRON, Leirvík… Les meira

Hans Berntsen vitjar Føroyum 19.-24. mars 2019

Hans Berntsen vitjar Føroyum 19.-24. mars 2019

Møtir við Hans Berntsen verða á hesum støðum. Týsdagin 19. mars kl. 19.30 – Østrøm í Havn – Theodor (Teddy) Petersen leiðir sangin Mikudagin 20. mars kl. 20.00 – Fylking á Tvøroyri Fríggjadagin 22. mars kl. 20.00 – Í Libanon, Sørvági Leygardagin 23. mars kl. 19.30 – Missionshúsinum í Kollafirði Sunnudagin 24. mars kl. 18.00… Les meira

Lindin sendir beinleiðis frá Mini TeenStreet í Bylgjuni í Runavík

Lindin sendir beinleiðis frá Mini TeenStreet í Bylgjuni í Runavík

Fríggjakvøldið 22. feb. kl. 20.00: Møti við Josh og Debs Walker Kl. 22.00: ThroneRoom Leygardagin 23. feb. Kl. 20.00: Møti við Josh og Debs Walker Kl. 22.00: ThroneRoom Sunnudagin 24. feb. Kl. 11.30: Møti í Nebo á Toftum. Josh og Debs luttaka saman við føroyskum tannáringum. Kl. 18.00: Møti og ThroneRoom við Josh og Debs… Les meira

Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum.

Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum.

15. februar kemur út nýggj fløga, við sangum hjá norska sangaranum og prædikumanninum Aage Samuelsen, á føroyskum. Fløgan hevur fingið heiti “Handan Stjørnuhav”. Tað er Eyðun Jacobsen sum hevur tikið stig til hesa fløgu. Tónleikurin á fløguni er innspældur í Crossroads Studio, Arden NC, av sera dugnaligum tónleikarum. Røddirnar eru innsungnar í studionum hjá Erik Biskupstø í… Les meira

Lindin 19 ár – føðingardagsssending 2. feb. 2019

Lindin 19 ár – føðingardagsssending 2. feb. 2019

Her kanst tú hoyra alla sendingina frá føðingardaghaldinum hjá Lindini 2. feb. 2019. Sent var beinleiðis úr Fríkirkjuni við Gjónna og úr studio í Havn. Luttakarar í sendingini eru m.a. Jacobina og Dagfinn Petersen, Jarnold Nattestad, Richard Johansen, Tórfríð Tavsen, Ragnar Joensen, Eydna Háberg, Símun Absalonsen, Allan og Katrin Mortensen, Inga og Vinjard Magnussen, Fróði… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 10. mai 2019

Á Bylgjulongd fríggjadagin 10. mai 2019

Fyrst er samrøða við Heina Lützen‚ Jan Zachariassen og Fríðálv Jensen um bólkin Samsint. Tað eru 30 ár, síðani bólkurin gav út sína fløgu og band. Jubileumskonsert verður á Summarfestivalinum í ár. Síðani er samrøða við Petur Jákup (Dakko) Petersen‚ Alisu Hammer og Lív Justinussen um landsinnsavnan hjá Bláa Krossi leygardagin 11. mei 2019. Høvi er at stuðla tveimum verkætlanum, ið eita “Øll hava rætt til góð barnaár” og “Liv lívið”. Fleiri upplýsingar fáast á: www.blakross.fo

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Hoyr prátið við Heina, Jan og Fríðálv her:

Hoyr prátið við Dakko, Alisu og Lív her:

Hoyr alla sendingina her:

Á Bylgjulongd týsdagin 7. mai 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 7. mai 2019

Fyrst tosa vit Kristinu Foldbo, sum verður annar av leiðarunum hjá TIM toyminum, sum fer til Moldova í summar. Seinasta freist at melda seg til luttøku er fríggjadagin 10. mai. Les meira á www.om.fo. Síðani hoyra vit eitt prát við Tórgerð og Rúnu, sum vóru við toyminum í Moldova í juli 2017, um tær upplivingar, tær høvdu ferðini. Sendingin var frá september 2017. At enda høvdu vit vitjan av Charlottu á Váli Olsen, sum hevur verið í Liberia saman við tveimum øðrum kvinnum frá Føroysku Barnahjálpini. Les meira á www.barnahjalpin.fo

Vertir: Eydna Háberg og Tór Arni Samuelsen

Hoyr prátið við Kristinu Foldbo her:

Hoyr prátið við Tórgerð og Rúnu her:

Hoyr prátið við Charlottu her:

Hoyr alla sendingina her:

Á Bylgjulongd týsdagin 30. apríl 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 30. apríl 2019

Í sambandi við yvirgangsálopið á Sri Lanka páskamorgun skipar Meinigheitshúsið á Skála fyri peningainnsavnan til neyðhjálp. Vit ringja til Carsten Fonsdal Mikkelsen, sum stendur fyri innsavningini. Til ber at flyta pening inn á kontu 6460-178.176.8 í Bank Nordik, viðmerk: “Sri Lanka”. Innsavnanin fer fram inntil 14. mai. 2019.

Síðani er Tordur Niclasen gestur. Hann greiðir frá áhugaverdari ferð á Kuba í 2017 saman við konuni Sigrun. Í januar í ár gekk leiðin aftur til Kuba, hesaferð vóru tey fýra í ferðalagnum.

Vertir í sendingini vóru Eydna Háberg og Tór Arni Samuelsen.

Hoyrið prátið við Carsten Fonsdal Mikkelsen her:

Hoyrið prátið við Tord Niclasen her:

Hoyr alla sendingina her:

Á Bylgjulongd týsdagin 23. apríl 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 23. apríl 2019

Í dag eru Uni Næs, dómpróvstur, og Eyðun Zachariasen, samkomuleiðari í Oasuni, í útvarpsstovuni at kunna um felagskirkjuligu gudstænastuna, sum verður í kvøld í Filadelfia kl. 19:30. Felagskirkjuliga gudstænastan verður hildin árliga triðja páskadag.
Aftaná tað vóru Lillian Sjúrðadóttir og Helena Bjellvåg og tosaðu um eina stevnu, sum verður 26. og 27. apríl. Heitið er “Gud grøðir enn í dag”. Sisters House skipar fyri, og møtini vera samstundis í Filadelfia í Havn og í kommunuskúlanum í Miðvági.
Seinast í sendingini ringdu vit til Juvel II, sum er á missiónsferð á Innaru Hebridunum. Vit fingu fyrst orðið á Svenning á Lofti og síðani á Ruth Gaardlykke, sum m.a. greiddi okkum frá møtunum og um tey, ið vitjaðu umborð.

Hoyr prátið við Una Næs og Eyðun Zachariasen her:

Hoyr prátið við Lillian Sjúrðadóttir og Helenu Bjellvåg her:

Hoyr prátið við Svenning á Lofti og Ruth Gaardlykke her:

Hoyr alla sendingina her:

 

Á Bylgjulongd týsdagin 16. apríl

Á Bylgjulongd týsdagin 16. apríl

Fyrst hoyrdu vit Búgva Olsen, hjálparpastor í Kelduni, greiða frá gestunum, sum skulu tala á páskastevnni. Stevnan ber heitið “Livandi Vón”.
Síðani prátaðu vit við Marjuna og Páll Poulsen, trúboðarar í Suðurgrønlandi. Tey greiddu m.a. frá barnalegunum, sum tey skipa fyri hvørt summar. Vit hoyrdu um, hvussu leguhúsini vórðu bygd og um alla ta hjálp, sum er komin úr Føroyum.
Orð at grunda yvir: Hebr. 14:2 og 3. Páskaboðskapurin kemur fram í hesum ørindunum.
Vertir: Eydna Háberg og Tór Arni Samuelsen

Hoyr prátið við Búgva Olsen her:

Hoyr prátið við Marjuna og Páll Poulsen her:

Hoyr alla sendingina her:

Á Bylgjulongd týsdagin 27. november 2018

Á Bylgjulongd týsdagin 27. november 2018

Vit byrja sendingina við práti við Ingu og Hera Simonsen um nøkur áhugaverd filmsbrot, sum Heri Hevur lagt út á Youtube. Tað eru feðgarnir James og Alf Cordiner úr Skotlandi, sum hava gjørt hesar upptøkurnar í 50’unum. Upptøkurnar eru gjørdar á ymiskum støðum í Føroyum, men eisini eru upptøkur av sankórinum í Ebenezer, sum vitjaði Aberdeen. Heri hevur lagt til rættis og lagt út á Youtube við góðari hjálp frá Árna Simonsen.
Síðani verður prátað við Synnøvu av Rana og Stig Elttør um árligu GLS 2019 stevnuna, sum stendur fyri framman.
Vertir: Eydna Háberg og Tór Arni Samuelsen

Hoyr prátið við Ingu og Hera Simonsen her:

Hoyr prátið við Synnøvu av Rana og StigElttør her:

Hoyr alla sendingina her:

Lívssøgan hjá D.L. Moody

Lívssøgan hjá D.L. Moody

Heimskendi amerikanski prædikumaðurin Dwight L. Moody, var føddur nærhendis býnum Boston í státinum Massachusetts í 1837 og andaðist í 1899. Til samanberingar skal sigast, at Moody livdi samstundis sum skotin William Gibson Sloan, sum var føddur í 1838 og sum prædikaði evangeliið í Føroyum. Hóast Dweight L. Moody andaðist einans 62 ára gamal, hevði hann prædikað fyri… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 18. mars 2019

Á Bylgjulongd mánadagin 18. mars 2019

Fyrst er vitjan av Kim Hartzner frá Mission Øst. Hann greiðir frá tørvinum á mati til børn í Norður Korea. Les meira á www.missioneast.org. Síðani greiðir Poul Jóhan Djurhuus frá vitjanini hjá Tom Roberts í Føroyum frá 15. mars til 25. apríl 2019. Síðani sigur Svenning av Lofti frá um tørvin at býta traktatir út… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 25. februar 2019

Á Bylgjulongd mánadagin 25. februar 2019

Fyrst er ein telefon samrøða við Kurt Christensen um Matt. kap. 11 “Kom til mín”. Síðani er Jóhan Magnus Gunrim gestur og greiðir frá nýggju fløguni “Sál mín”, sum hann hevur givið út. Hoyr prátið við Kurt Christensen her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms190225_KurtChristensen-Matt11-KomTilMin.mp3 Hoyr prátið við Jóhan Magnus Gunrim her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms190225_JohanMagnusGunrim-NY-CD-SalMin.mp3 Lurta eftir allari sendingin her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms190225_KurtChristensen-Matt11-KomTilMin_JohanMagnusGunrim-NY-CD-SalMin.mp3 Vertir:… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 19. mars 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 19. mars 2019

Fyrst á skránni er “Heilsuhornið”, og evnið er grannakaffi. Prátað verður við Poulu Norðbúð, skrivara í Krabbameinsfelagnum. Seinni gesturin er 23 ára gamli Símeon Ingvardson Petersen, sum greiðir frá sínum hendingaríka lívi, m.a. árunum í Venesuela, har foreldur hansara virkaðu sum trúboðarar. Lurta eftir prátinum við Poulu Norðbúð her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms190319_PaulaNordbud-Grannakaffi.mp3 Lurta eftir prátinum við Símeon… Les meira