Í morgun prátaðu vit við Gunhild Åen Madsen, psykoterapeut, í sambandi við evnisdag á Sandi 11. september - um sorg. Síðan varð tosað um, at Gunhild Waldemar fer at røða í Norðurlandahúsinum leygardagin 11. september kl. 16.00 um "Tað seinasta um...[Les meira]
Vit hoyrdu frá Beintu Áargarð um eitt barnamøti, sum verður leygardagin kl. 17.00 í Skúlanum við Løgmannabreyt og um eitt familjumøti sunnudagin kl.12.00. Í sendingini vitjaði eisini Durita Djurholm, sum greiddi frá Christmas Child........[Les meira]
Fyrru gestirnir í morgun vóru Lissi Hansen og Óli Poulsen. Tey fortaldu um nýggja kristiliga sendirøð til aldursbólkin 11 ár og uppeftir. Síðan tosaði Preben Hansen um samsending millum Lindina og Kringvarp Føroya í kvøld. [Les meira]
Á Bylgjulongd hósdagin var ein gomul sending, har prát var við Peter Gammons frá 11. november 2008. Eisini var prát við Eiler Jacobsen yngra og Hjúnarbreddin var á skránni og tað er frá 21. oktober 2008.[Les meira]
Í sendingini í morgun hoyrdu vit um norðurkoreanska Kim Shin_Jo, sum gjørdist pastorur í Suðurkorea. Seinni í sendingini kom Poul Færø á gátt.[Les meira]
Í sambandi við Sjónligheitsdagin 4. september tosaðu vit við Reimunn Førsvoll og við Oslu Sevdal - sí eisini teldubústað niðanfyri! Síðani kom gestur á gólv, tað var Rógvi E. Jacobsen, sum hevur verið hermaður í Afganistan, hann segði frá...[Les meira]
Í sendingini prátaðu vit við Jónfinn Petersen, sum skal á ferð við Livets Ord til Ísraels. Bergur Debes Joensen forkláraði um lærusveinaskúlan PODAS. Til ber at lesa meira um skúlan og tekna seg .......[Les meira]
Gestir í morgun vóru Erla og Ingvard Petersen. Tey hava verið við í trúboðanarverki í Venezuela. Síðan hoyrdu vit um trúboðanina hjá Kedes um internetið.[Les meira]
Í sendingini í morgun var Poul Færø á vitjan.[Les meira]
Í sendingini varð prátað við Asloug Víká Petersen, sum hevur verið hjálparfólk á TeenStreet í summar. Eisini vóru Meinhard Arge Jensen, Tom Jacobsen og Gurðið Johansen í útvarpsstovuni og søgdu frá teirra upplivingum á Bethel Tænastu Skúlanum í...[Les meira]
Á Bylgjulongd í morgun ringdu vit til Zarepta og tosaðu við Páll á Lakjuni um tær legurnar/stevnurnar, sum verða har vesturi í heyst. Eisini høvdu vit vitjan av Poul Guttesen saman við Richard Bauckham, ið er professari í teologi. Orðið fyri dagin...[Les meira]
Í sendingini í morgun hoyrdu vit um støðuna í Pakistan. Vit prátaðu við Suna Vinther, formann í Reyða Krossi og við Høgna Johannesen, sum hevur tilknýti til Pakistan. Eisini prátaði Absalon við Guy Penrod, sum hevur havt konsert í Kelduni. [Les meira]
Í morgun hoyrdu vit um nýggja Frískúlan í Kelduni. Eisini prátaðu vit við Heðin Poulsen um GLS (Global Leadership Summit)[Les meira]
Í sendingini lósu vit úr norska blaðnum KS vitnisburðin hjá Merete Jenssen, sum andaliga tala fann heim fyri umleið 3 árum síðani. Eisini sendu vit prát við Poul Færø.[Les meira]
Í sendingini í morgun hoyrdu vit Sunnuvu Kass greiða frá um Agape felagsskapin. Aftaná komu gestirnir Birgitte og Søren Pedersen, ið arbeiða við at byggja kirkjur í Kenya.[Les meira]
Fyrst høvdu vertirnir ymist á skránni. Tey ringdu síðan til Jónu Gunnarsson, ið er á veg til Kenya. Aftaná kom Marner á Lofti á gátt vegna bólkin 4. At enda ringdu tey til Óla Steinberg umborð á Juvel II.[Les meira]
Gestur í sendingini í morgun var Annika av Rana - hon tosaði um týdningin av rørslu hjá eldri fólkum. Síðan varð tosað við Reyða Kross um hjálpararbeiðið í Pakistan.[Les meira]
Í morgun pátaðu vit við Eyðun Jacobsen um konsertina við Guy Penrod, sum verður í Kelduni mánakvøldið 16. august.[Les meira]
Í morgun hoyrdu vit frá Summarfestivalinum, sum var farna vikuskifti. Hans David Samuelsen prátaði við Bárð á Lakjuni úr T.O.S., samarittin Rógva Dam, Heina Lützen, Carlsen systrarnar og Josva Meitilberg. [Les meira]
Sendingina Stuttbyljgan í morgun gjørdu Preben og Absalon. Tosað varð um leyst og fast, tónleikur bleiv spældur, og orðið fyri dagin bleiv lisið úr Ortøkunum 10, 1: "Vísur sonur gleðir faðir sín." Eisini tosaðu vit við Jan Jacobsen frá R2Net í...[Les meira]
Print
Email
PDF




