Stuðla Lindini - trýst her

Lindin verður hildin fíggjarliga uppi av stuðlunum. Tú kanst gerast ein fastur stuðul hjá Lindini ella flyta eina gávu við at flyta pening á niðanfyristandandi konto nr.:
Eik Banki:....................... 9181 - 128.147.1
BankNordik:.................... 6460 - 498.575.5
Norðoya Sparikassi:.... 9865 - 102.130.8
Suðuroyar Sparikassi: 9870 - 101.550.9
Bank Giro:....................... 9870 - 437.113.6
Føst flyting:

Tú fært ein e-mail sum tú kanst printa út, undirskriva og lata inn í tín peningastovn ella tú gert tað á netbankanum.

Seinasta nýggja

15.05.2012 21:52

Á Bylgjulongd týsdagin 15. mai 2012

Gesturin í dag er sóknarpresturin Lars Hagensen, sum er í Føroyum í sambandi við Alzheimer Ráðstevnuna, sum var 11. - 12. mai 2012. Aftaná ringdu vit til Noregs til Peturu Haraldsen í sambandi við, at hon og maðurin Magnus blivu vígd í Danmark til offiserar og útsend til tænastu fyri Frelsunarherin í Grønlandi í august í ár. Sjálv .......


14.05.2012 17:44

Á Bylgjulongd mánadagin 14. mai 2012

Vit práta við Hjørdis Háberg Petersen um ein temadag, sum verður leygardagin fyri starvsfólk í Lindini, har umboð fyri UCB koma at undirvísa. Eisini vitjar Jens Bech og greiðir frá legunum í Zarepta í summar. Orðið fyri dagin er .......


11.05.2012 18:41

Á Bylgjulongd fríggjadagin 11. mai 2012

Vit hoyra Hans Paula Sundstein siga sín vitnisburð. Síðani greiða M.C. Restorff og Rúni Lómstein frá um eitt sangtiltak í Lívdini sunnudagin 13. mai kl. 10.30 við Dupultkvartettini og M.C. Restorff. Til seinast greiðir Jógvan Zachariassen frá um eina røð um Hásongin, sum hann fer at hava komandi sunnudagarnar .....


10.05.2012 17:51

Á Bylgjulongd hósdagin 10. mai 2012

Tað fyrsta vit hoyra í dag, er eitt innslag úr Klaksvík í sambandi við stuðulssendingina hjá Lindini, sum var 5. mai. Vit hoyra sangir og prát við Torkil Mørkøre. Síðan ringdu vit til Hjalmar Hansen, aðalskrivara í Blákrossi, og hann greiðir frá landsinnsavningini hjá teimum nú leygardagin 12. mai. Hann greiðir eisini .......


09.05.2012 02:55

Á Bylgjulongd mikudagin 9. mai 2012

Mikudagssendingin í dag við Poul Færø og Dánial á Dul Jacobsen.


08.05.2012 02:54

Á Bylgjulongd týsdagin 8. mai 2012

Svenning av Lofti greiðir frá einum túri til Orkney oyggjarnar við Juvel II. Farið verður úr Føroyum fríggjadagin 11. mai. Síðani ringdu vit til Noregs og hava eitt stutt prát við Peturu Magnussen í sambandi við, at hon og maðurin Magnus vórðu ordineraði til offiserar í .....


07.05.2012 17:06

Á Bylgjulongd mánadagin 7. mai 2012

Í sendingini greiðir Preben Hansen stutt frá útslitinum av stuðulsdegnum leygardagin 5. mai. Eisini endursenda vit prátið, sum Jenis av Rana hevði við Høgna Hoydal, og vit ringja til vinnaranan av stóra vinninginum stuðulsdagin. At enda hoyra vit frá Anju Hansen um eina serstaka sending á sjónvarpsrásini IKTUS í sambandi við teirra 4-ára dag.


03.05.2012 18:27

Á Bylgjulongd hósdagin 3. mai 2012

Harald Petersen greiðir frá um eitt ”Syngið við kvøld”, sum verður Dýra biðidag 4. Mai kl. 20.00 í Vesturkirkjuni, saman við harmonikutónleiki. Síðani práta vit við Rógva á Lakjuni og Absalon Absalonsen, sum hava verði við Logos Hope hjá OM. Eisini greiðir Absalon Áargarð frá um OM-dagarnar, sum vóru í Leirvík 27.-28. apríl.


01.05.2012 01:40

Á Bylgjulongd týsdagin 1. mai 2012

Fyrst hoyra vit brot úr eini samrøðu, sum Preben Hansen hevur havt við Kurt Christensen. Evnið er bøn og er úr sendingini Umveldi frá 4. oktober 2008. Síðani hava vit tveir gestir; Ása Lützen og Jóhan Petur Johannesen, sum tosa um bøn og greiða frá einum felagskirkjuligum bønartiltaki, sum verður Dýrabiðidag í .....


30.04.2012 16:39

Á Bylgjulongd mánadagin 30. apríl 2012

Í dag vitjar Marjan Nielsen, sum er barna- og familjuráðgevi hjá Heimamissiónini, og hon greiðir frá øllum legunum og tiltøkum annars, sum verða í Nesvík í summar. Eisini vitjar John Smeaton frá enska ”pro-life” felagsskapinum “Society for the Protection of Unborn Children”, og vit hava eitt prát um .......


27.04.2012 23:40

Umveldi fríggjadagin 27. apríl 2012

Gestir í dag eru Judith Lindarstein, Brandur Sjúrðason og Abraham Joensen. Evnið er úr Jóh. 3.30: "Hann eigur at vaksa, men eg at minka".


Cat: Umveldi
27.04.2012 18:59

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. apríl 2012

Vivie Davidsen greiðir frá um Umhvørvisvikuna 2012, sum er frá 29. apríl til 5. mai. Temaið er rudding, og heitið í ár er "Kommunan skal skína". Síðani er evnið OM-dagar í Leirvík, har vit hava vitjan í útvarpsstovuni av Troy Pitney frá ”Transform” og Loraine Pinder Brown frá OM-skipskontórinum.


26.04.2012 18:58

Á Bylgjulongd hósdagin 26. apríl 2012

Torleif Johannesen Sjómanstrúboðari hjá heimamissiónini greiðir frá um Landsstevnuna hjá sjómanskvinnuringunum í Føroyum, sum verður í Nesvík 3.-5. mai. Tilmelding á tlf. 449024 ella 749024. Síðani greiðir Elisabeth Mortensen frá um Leguna fyri fólk við breki, sum verður á Zarepta 3.-6. mai. Evnið er Gerðandisdagurin.


25.04.2012 15:11

Á Bylgjulongd mikudagin 25. apríl 2012

í dag - flaggdagin - hugleiðir um og lesur Símun Absalonsen flaggdagsrøðuna, sum Petur Hábeg helt á Vaglinum í 1965. Sendingin er endursending, og hon er áður send í 2000 og 2007. Aftaná kom Poul Færø á gátt.


24.04.2012 18:07

Á Bylgjulongd týsdagin 24. apríl 2012

Blindafelagið, sum fyllir 40 ár, skipar fyri tveimum serstøkum tiltøkum. Í hesum sambandi eru Ruth Thomsen, formaður í Blindafelagnum og Jannie Hammershøi gestir í útvarpsstovuni. Tær greiða m.a. frá tiltakinum “Máltíð í kolamyrkri”, sum er á Hotel Føroyum 23., 24. og 25. apríl og hinum tiltakinum, sum .....


23.04.2012 16:50

Á Bylgjulongd mánadagin 23. apríl 2012

Vit tosa við Sofus Gregersen um felagsskapin ProVita, sum hevur aðalfund leygardagin 28. apríl. Eisini fáa tey vitjan av John Smeaton, sum fer at hava ein fyrilestur undir heitinum "Verj kvinnuna, mannin og barnið ímóti fosturtøku". Vit tosaðu eisini .....


20.04.2012 13:31

Á Bylgjulongd fríggjadagin 20. apríl 2012

Hilda Viderø greiðir frá um skeiðið ”Roknar Gud við sálarfrøðini”, sum verður mánadagin 23. apríl kl. 13.00-17.00. Pauline Skeates undirvísir. Síðani hoyra vit Birgit Hansen siga frá um eitt barnatiltak, sum verður leygardagin 21. apríl kl. 17.00 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tað eru sunnudagsskúlarnir í Siloa og ......


19.04.2012 16:10

Á Bylgjulongd hósdagin 19. apríl 2012

Gunhild Aaen Madsen greiddi frá einum skeiði, sum Agape.fo skipar fyri leygardagin 21. apríl kl. 13.00 í Meinigheitshúsinum, um at vera bundin av sex/porno. Skeiðið er ókeypis. Síðan kom hjúnarbreddin við Hjørdis Háberg Petersen og Dánjal Petersen, har tey tosaðu um ”Kærlighedens fem sprog”, ein bók skrivað av Gary Chapman. Til seinast .......


18.04.2012 03:50

Á Bylgjulongd mikudagin 18. apríl 2012

Mikudagssending við Dánial á Dul Jacobsen og Poul Færø í Útvarpasstovuni!


Lindin beinleiðis á netinum.....

Tú kanst lurta eftir Lindini við fylgjandi avspælarum. Trýst á navnið fyri at lurta...

iTunes

WinAmp

RealAudio

Windows Media

Send okkum ein teldupost á lindin(at)lindin.fo um tað ikki virkar.



Forgot your password?

Stuðlar hjá Lindini...

Smyril line
Høj Flutiningur "koyra kring alt landið"
Vitin
Matvøruhandilin "Inn"
UmsitingAmboðWebmasterYvirlitSamband