17/08-2007

Hitabylgjan 17. august

Dessertin við ferskum, súreplum og rivnum marcipan og nougat

1 pk rómi
1 bikar súrrómi 18%
1 ds ferskur, skornar í bitar
2 rivin súreplir
Markrónir, knústar
Marcipan, rivið
Nougat, rivið

Píska róman og blanda súrróman í. Vend síðani ferskum og súreplum í. Lat blandingina í eina glasskál. Knúsa eitt lag av makrónum omaná. Rív til endans marcipan og nougat omaná í løgum. Nøgdin av makrónum, marcipan og nougat er upp til kokkin.

Lurta eftir sendingini her

10/08-2007

Hitabylgjan 10. august

Oksalundini hjá Vinjard

1 gott kilo av oksalundum
2 heilar hvíttleykir hækkaðir
1 sitrón í skivum
300 g soppar í flísum
3 nevar av frískari persillu
1 neva av frískum timian
1 neva av frískum rosmarin
2 pakkar av fleski
Hálvt glas av rosepipar
Salt
1/2 til 1 glas av reyðvíni ella 2 spsk balsamico ella reyðvíns eddika
4 pasteuriseraðar eggjablommur
100 ml av róma
1 spsk av putursukuri

Oksalundir:

Sker soppar, sitrón, hvíttleyk sundur og steik tað á pannu í olju við persillu, timian og rosinmarin. Knúsa rosepipari í einum mortara, stroy tað saman við saltið oman á lundini. Legg silvurpappír, ið svarar til longdina á oksalundunum, á borðið. Omaná verður lagt fleskið sum eitt lag, so til ber at pakka oksalunduni inn. Eftir miðuni á fleskinum verður lagt eitt lag av soppum, sitrón og hvíttleyki. Síðani verða lundini løgd oman á, meira soppar, sitrón og hvíttleykur verða koyrd oman yvir (uttan saft) og síðani verður steikin pakkað inn.

Oksalundini skulu steikjast í ovni í 40-45 minuttir í 240 gradir. Eftir hettar verður steikin tikin út, skurður verður gjørdur í gjøgnum silvurpappíri oman eftir allari steikini. Set kjøt inn aftur í ovnin í einar 15-20 minuttir. Eftir hettar kann ovnurin setast á grill so at fleski blívur broyskið. Tak kjøti úr ovninum, hell soðið í eina pannu. Lat kjøtið standa í 20 minuttir.

Sós:

Smakkað soðið til við salt, pippari og putursukri. Rómi verður latin í og sósin hita. Legerað við eggjablommunum. Sera umráðandi er at røra allatíðina og at sósin ongantíð kókar.

Borðreið við kókaðum eplum og eini einfaldari salat.

Lurta eftir sendingini her

03/08-2007

Hitabylgjan 3. august

Gestir í sendingini: Rúna Lamhauge (útisetin), Vinjard Magnussen (kokkurin) og Richard Schwartson (bókatátturin)

Kræklinga "wokkurin" hjá Vinjard

4-5 verður

2 kg av livandi kræklingi við skjeljum
2 spsk olja
3 fet av fíntskornum hvítleyki
3 stengur sitróngrasið bankað og skorið
2 stórar spsk av rivnum frískum ingiferi
3-4 reyð kili, fínthækkaði
5 várleykar í stykkjum
1 ds kokusnøtamjólk
Saft av 3 lime
Frísk koriander (2 hendur)
1 spsk sesam olju

Kræklingar verða reinsaðir. Alt verður skorið og gjørt klárt. Wokkur við olju verður hitaður og kræklingar verða latinir í. Verður stoktur í nakrar minuttir til teir byrja at opna seg, ristast skal inn ímillum. Síðani verður hvítleykur, sitróngras, ingifer, kili og várleykur latin í. Steikjast skal í einar tveir minuttir. Lat síðani kokusnøtamjólk, lime saft og sesam olju í - skal bert kóka upp! Stroy við koriander.

Sera umráðandi er at kræklingurin ikki fær ov nógv - teir skulu bert kóka í einar 5-7 minuttir. Borðreið við ljósum breyði.

Ravi Zacharias
Lesið um Ravi Zacharias og takið niður talur á RZIM.org

Lurta eftir sendingini her

27/07-2007

Hitabylgjan 27. juli

Gestir í sendingini: Mariann Pætursson - kostráðgevið, Eyðstein Borgardal (bókatátturin), Magni Thomsen (útisetin) og Martin Mohr í Grund (tónleikagesturin)

Ovnstoktar rótfruktir

4 gularrøtur í stavum
2 persillurøtur í stavum
1/2 sellarí í stavum
750 g eplir í bátum
3 spsk olivenolja
2 fet hakkaður hvíttleykur
Timian ella onnur urt
1 bdt hakkað persilla

Set ovnin á 220 stig. Kókað grønmeti og eplir upp í lætt saltaðum vatni. Stoyt vatnið av grønmetinum og koyr tað í eitt smurt ovnfast fat. Hitað olivenoljuna við tí hakkaða hvíttleykinum til oljan er flógv. Hell oljuna yvir grønmetið og rør væl saman við timian ella aðrari urt. Set fatið í ovnin og bakað í 30 min. ella til grønmetið er moyrt og hevur fingið lit. Stroy við salti og pippari og persillu tá ið borðreitt verður.

Grønmeti fyri hvønn er uml. 350 g

Lurta eftir sendingini her

21/07-2007

Hitabylgjan 20. juli

Gestir í sendingini: Maria Mørkøre (útisetin), Jógvan Henriksson og Sigrid Rasmussen (tónleikagesturin)

Maiken Háberg Hansen og Høgni Háberg Hansen leggja til rættis.

Lurta eftir sendingini her

13/07-2007

Hitabylgjan 13. juli

Gestir í sendingini: Mats Brisenfeldt (bókatátturin), Dánjal av Rana (útisetin), Jens Lisberg (tónleikagesturin)

Ein bók ið er ráðilig at lesa
Mats tosaði um rithøvundan, William Lane Craig og um bókina "Philosophical Foundations of a Christian Worldview" - heimasíðurnar hann nevndi vórðu heimasíðan hjá Dr. Craig, "Reasonable Faith" og dátabasin "Apollos". Tak niður fyrsta kapitulin av bókini her

Lurta eftir sendingini her

06/07-2007

Hitabylgjan - 6. juli

Gestir í sendingini: Sanna á Borg (útisetin), Randi Absalonsen (kokkurin), Elsa í Garði (bókatátturin) og Petur Háberg Jacobsen (tónleikagesturin)

Rabarbur í Fat
v/ vaniljusukuri
400g rabarbur
200g jarðber
100g sukur
1 tsk vaniljusukuri
1/2 tsk eplamjøl
Omaná:
65g havragrýn
65g mjøl
100g sukur
125g margarin
100g nøtir
Koyr rabarbur og jarðber í eitt 20x40cm eldfast fat. Blandað sukur, vaniljusukur og eplamjøl saman og stroy útyvir.
Í ein bolla, mola sundur havragrýn, mjøl, sukur og margarin og stroy útyvir rabarburnar.
Bakast í hálvan tíma í 175 gradir (heit luft). Borðreiðast við súrróma ella róma.

Lurta eftir sendingini her



Forgot your password?

Stuðlar hjá Lindini...

Høj Flutiningur "koyra kring alt landið"
Vitin
Matvøruhandilin "Inn"
UmsitingAmboðWebmasterYvirlitSamband