18/01-2008

Bønarlinjan 17. jan.

Í bønarlinjuni hósdagin tann 17. jan. var Jacobina Petersen gestur. Jacobina er úr Miðvági og er í dag við í leiðsluni í Hvítsunnusamkomuni Filadelfia Vágar.

Í sendingin greiðir Jacobina frá hvussu hon á ungum árum møti Jesus og hvussu hetta ávirkaði heim hennara. Maður hennara kom seinni til trúgv á Jesus og varð hetta ein hending sum kolvelti lív teirra. Jacobina gav við vitnisburði sínum, vón til teirra sum eru í somu støðu sum hon varð í.

Eisini tósaði Jacobina um eina myrka tíð har alt bleiv svart. Harrin førdi hana út úr tí við at hon dagliga læs orðið, og at orðið varð hennara “heiluvágur”. Seindingin er ein vitnisburður um hvat Jesus kann gera í lívinum hjá einum sum setur sítt fulla álit á Harrin Jesus.

Lurta eftir sendingini her

30/11-2007

Bønarlinjan 29. nov. 2007

Hóskvøldsprát við Ninnu Lydersen og sonin Boga. Tey siga frá hvussu sjúkan hjá Boga, Cystis Fibrosa, hevur merkt lív teirra. Tá sjúkan at enda hótti lív hansara, greip Jesus inn. Á málstrikuna vísti hann seg sum Sigurharra - og alt umbroyttist.

Lurta eftir sendingini her

23/11-2007

Bønarlinjan 22. nov. 2007

Í hesari sending er m.a. prát við ungu klaksvíksgentuna, Jóhannu Niclasen, sum áður hevur verið at hoyrt í Lindini. Hoyr hana siga frá spennandi tíðini í trúðboðanarfelagsskapinum OM. Eisini er prát við leiðaran av felagsskapinum Pro Vita, Sofus S. Gregersen, hvørs endamál er at bjarga ófødda barninum.

Lurta eftir sendingini her

16/11-2007

Bønarlinjan 15. nov. 2007

Hóskvøldsprát við Malan og Trúgva Lützen.

Vertur Annfinn Jacobsen.

Lurta eftir sendingini her

09/11-2007

Bønarlinjan 8. nov. 2007

Hjúnini Ólavur og Ása Jøkladal gjørdu tað, sum óivað fleiri á teirra aldri droyma um, men ikki hætta sær. Tey fóru frá tryggum umstøðum í Føroyum út á trúboðaramarkinar. Hoyr tey siga frá hví og hvussu- og um hvat tey upplivdu sum trúboðarar á Filipsoyggjum.

Lurta eftir sendingini her

01/11-2007

Bønarlinjan 1. nov.

Bønarráðstevna í Jerusalem

20. jan til 1. feb. 2008 verður bønarráðstevna í Jerusalem. Les meira um bønarráðstevnuna á her

Tú kanst eisini ringja til Ásu Lutzen á tlf. 313640 og 518669 og hoyra meira.

Heimasíðan hjá Moses er: www.watchman.dk

 

Skrá hjá Moses Hansen (MH) & Eliezer Braun (EB) í Føroyum

Mikudagur 31. okt. kl. 20.00 Getsemane - Klaksvík (MH)

Hósdagur 1. nov. kl. 21.00 Lindin v/ Preben Hansen (MH) (gestur)

Fríggjadagur 2. nov. kl. 21.00 Filadelfia - Tórshavn / FLARE (MH)

Leygardagur 3. nov. kl. 21.00 Keldan - Skálafirði / AWAKE (MH)

Sunnudagur 4. nov. kl. 10.45 Filadelfia - Tórshavn (MH)

kl. 20.00 Kommunuskúlin - Tórshavn (EB & MH)

Mánadagur 5. nov. kl. 19.00 Missiónshúsið - Kollafjørður (EB & MH)

Týsdagur 6. nov. kl. 20.00 Missiónshúsið - Sørvágur (EB & MH)

Mikudagur 7. nov. kl. 20.00 Betania - Skopun (EB & MH)

Hósdagur 8. nov. kl. 20.00 Hæddin - Runavík (EB & MH)

 

Høvið verður at lata eina gávu til heimkomu jødana.

 

Lurta eftir sendingini her

 



Forgot your password?

Stuðlar hjá Lindini...

Høj Flutiningur "koyra kring alt landið"
Vitin
Matvøruhandilin "Inn"
UmsitingAmboðWebmasterYvirlitSamband