Gomul tíðindir
09/01-2007
“M.C. á ferð” mikud. 17. jan. kl. 16.00
Við 32 ferðafrásagnum úr Norðurgrønlandi frá árinum 2005, og 15 jóla- og nýggjársligum heimildum við ársenda 2006/2007, eru alsamt fleiri nýggir lurtarar lagstir til hesa fólkakæru og forkunnugu sendirøðina.
“Nýkomingarnir hava ikki fingið við, hvussu leikur fór, tá landkrabbin gekk í Havn, og brynjaði seg til at gerast sjógarpur við bíbliu í hond”, sigur M.C..
“Áðrenn hildið verður fram við nýggjum frásagnum, haldi eg at tað er uppá sítt pláss at hesi mongu fáa snevilin av hugalagnum, tá ið ein breyt upp úr nýggjum, og leitaði av landinum í Mai 05.”
Í hesi fyrstu sendingini verður m.a. prátað við grønlandstrúboðaran Óla Steinberg og Malmberg Olsen. Síðstnevndi sigldi undir Grønlandi í sínari tíð. Føroysk sangfólk, sum áður hava vitjað landið, koma eisini við góðum ráðum sangfuglin.
Dagsins ferðafrásøgn leggur stilt, tá útvarpsmaðurin tørnar inn umborð á
Norrønu miðskeiðis millum Føroyar og Hetland.
Sendingin verður at hoyra:
Mikudagin 17. jan. kl. 16.00
Fríggjakvøldið 19. jan. kl. 21.00
Morgunsendingin hevur fingið navnið... "Á bylgjulongd".
Nú hevur morgunsendingin hjá Lindini endiliga fingið navn. Sendingin eitur nú "Á bylgjulongd", og er á skránni hvønn gerandisdag frá kl. 9.00 til 11.00.
144 persónar høvdu sent uppskot inn, og onkur sendi fleiri uppskot inn. Tilsamans eru nærum 300 uppskot komin inn. Persónurin sum kom við uppskotinum "Á bylgjulongd" stendur nevndini so nær, at vit valdu at drega lut ímillum allar persónarnar, sum høvdu sent inn.
Vinningurin var ein ferð aftur og fram til Keypmannahavnar við Faroe Jet.
Vinnarin varð: Anna & Sankey M. Viðstein, Klaksvík
Sendingin "Á bylgjulongd", er ein sending har ymisk tiltøk verða lýst, gestir koma at vitja og eisini er telefonprát við ymiskar persónar. Harafturat er nógvur tónleikur at hoyra í sendingini.
Vertirnir eru: Dánial á Dul Jacobsen og Tór Arni Samuelsen
Jesus-bussurin fór avstað hósd. 12. okt
Brother Clifford fór avstað úr Føroyum hósdagin 12. okt.
Hann takkar fyri gestablídni sum føroyingar hava víst honum, hann hevur havt eina fantastiska tíð her í Føroyum.
Síggjast aftur næsta ár – mai-juni 2007
Heilsan
Brother Clifford
Brother Clifford Edwards hevur vitja í Føroyum við sínum bussi, hevur havt útimøti og víst film runt landið.
Vilt tú hava samband við Brother Clifford Edwards, so kanst tu skriva ella ringja til hann.
Email: brothercliffordinprayer(at)hotmail.co.uk
Mobil telefon í Føroyum tlf. 255927 (riggar til og við 12. okt.)
Mobil telefon +44 78 18 23 02 79
Heimasíða: www.brotherclifford.com
Christmas Child - 2800 jólagávur úr Føroyum
Jólini 2003 tók samkoman Lívdin í Hoyvík stig til at vera við í jólatiltakinum Christmas Child, sum savnar inn jólagávur til fátøk børn. Fleiri samkomur, handlar og stovnar eru síðani komin við, og síðan byrjan, fyri trimum árum síðani, er talið nærum tíggjufaldað, úr 300 gávum í 2003 til 2800 í ár.
Endamálið við Christmas Child er at skapa vón hjá børnum úti í heimi við at geva teimum eina skógvaeskju fulla av gávum og siga teimum tey góðu tíðindini um Guds kærleika. Tiltakið gevur fólki í øllum aldri møguleika at verða við í einum trúboðanararbeiði, har serligur dentur verður lagdur á størstu gávuna av øllum Jesus Kristus, Guds størstu gávu til menniskjuni
Christmas Child er eitt tiltak undir Samaritan's Purse, hvørs endamál er at halda boðini frá Jesusi um at hjálpa neyðstøddum. Vit lesa í Luk. 10, 37 um hin miskunnsama samverjan, har Jesus sigur: "Far tú og ger tað sama."
- Seinastu 24 árini hevur Franklin Graham, sonur navnframa Billy Graham, stjórnað vælgerandi felagsskapinum Samaritan's Purse, har eitt av tiltøkunum er Christmas Child.
Eins og í fjør fara eskjurnar fara væntandi til Rumænia.
Fyriskipanir takka øllum, sum hava stuðla tiltakinum, bæði einstaklingum, stovnum, samkomum, kirkjum, sunnudagsskúlum, eldrasambýlum og einstaklingum kring alt landið.
Eisini Skipafelagið fær tøkk fyri ókeypis flutning til Onglands.
Skógvaeskjuhagtøl fyri Føroyar.
2003 - 300 eskjur
2004 - 1700 eskjur
2005 - 3000 eskjur
2006 - 2800 eskjur
Keldur:
www.123.fo/default.aspx?articleid=517
www.samaritanspurse.org/OCC.asp?MPGID=1
“Jólakrás” við undirheitinum “Aftur í kjalarvørrin á Juvel”
Nú byrjar stuttrøðin “Jólakrás” við undirheitinum “Aftur í kjalarvørrin á Juvel”.
Eins og undanfarin ár, skipar M.C. Restorff enn einaferð fyri jólahugna í Lindini, men meðan tað í 2005 bert varð talan um 4 sendingar í adventini, eru ikki færri enn 14 sendingar á skránni hesaferð.
Í hálvtannað ár hevur M.C. borið okkum siðsøguligt tilfar, og sagt frá ymsum hendingum av heimsins størstu oyggj.
Nú ber hin fyrrverandi landkrabbin okkum dagliga nýggjar upplivingar frá sumrinum 2006, tá ið hann sjálvur sætti ferðaðist í Norðurgrønlandi umborð á trúboðanarbátinum Juvel.
½ tíma drúgvar frásagnir verða at hoyra fyri jól, og saman við 1 tíma
longum frættindum á jólum- og nýggjárinum, er rættiliga lagt upp til krás og
oyrafragd hesar fyrstu mongu komandi dagarnar.
Øðrvísi fyrikomingar, jólaboðskapur og grønlendsk jólaløg leggja stílin, og allarhelst fara mong at gresja í seg av góðlætinum úr útnorði, sum bæði verður at hoyra fyrrapart, seinnapart, og um kvøldið.
Tær vanaføstu frásagnirnar "M.C. á ferð" frá sumrinum 2005, halda áfram í januar 2007.
Jólakrás verður á skránni hesar tíðir:
Týsdag 19. des. kl. 7.30 - 11.30 - 23.00
Mikudag 20. des. kl. 7.30 - 11.30 - 23.00
Hósdagin 21. des. kl. 7.30 - 11.30 - 16.00
Fríggjadagin 22. des. kl. 7.30 - 11.30 - 21.00
Leygardag 23.des. kl. 8.30 - 21.00
Sunnudag 24. des. kl. 10.00 - 17.00 - 23.00
Mánadag 25. des. kl. 10.00 - 17.00 - 23.00
Týsdag 26. des. kl. 10.00 - 17.00 - 23.00
Nýggjárskrás verður á skránni hesar tíðir:
Sunnudagin 31. des. kl. 10.00 - 17.00 - 01.00
Mánadagin 1. jan. kl. 10.00 - 17.00 - 23.00
"Nýggjárskrás" á nýggjárinum
Stuttrøðin “Jólakrás” við undirheitinum “Aftur í kjalarvørrin á Juvel”,
hevur bæði árla og síðla verið at hoyrt fyri jól og um sjálva halguna.
Nú er lok lagt á tær frásagnirnar.
Í hendingagongdini er trúboðanarferðin í Norðurgrønlandi av. Sunniva Østerø úr Klaksvík, og M.C., dvølja tó nakrar dagar í Sisimiut, ávegis til Føroyar.
Juvel er komin til Nuuk, áleiðis til eina nýggja trúboðanarferð í Suðurgrønlandi.
Hvussu leikur fer í Sisimut, nú kvinnubrotið úr Norðuroyggjum og garpurin úr
Suðurstreymi fara at sláa seg leys, ja tað er tann stóri spurningurin!
Svarið fáa vit í tveimum gamansligum sendingum á nýggjárinum.
Nýggjárskrás verður á skránni hesar tíðir:
Sunnudagin 31. des. kl. 10.00 - 17.00 - 01.00
Mánadagin 1. jan. kl. 10.00 - 17.00 - 23.00
Týsdagin 2. jan. kl. 09.00 - 17.00
Print
Email
PDF















