24/03-2007
Vandamálið: Hitt ónda, 1. partur
Spurningurin um tað ónda hevur til allar tíðir upptikið menniskjan.
Vit sum menniskju hava nógvar spurningar t.d. “Hví svølta børn í Somalia?” “Hví kemur ein tsunami og eftir fáum tímum doyggja 250.000 fólk?” Er ein tsunami ónd?
Um Gud er góður og allvaldandi. Hann elskar mannaættina so nógv, at hann sendi Son sín Jesus Kristur í heimin at doyggja fyri okkum, hvussu kann nakað ónt so vera til?
Í sendingini hesaferð viðgerð Kurt Christensen, sum er gestur hjá Preben Hansen, nakrar av hesum spurningunum.
17/03-2007
Í dýpdina. Familjan 7. partur
Hetta er seinasta sending í røðini um familjuna, har Steen Palmqvist er gestur hjá Preben Hansen.
Vit skulu hesaferð hoyra um “Hitt tóma reiðið”.
Børnini eru farin heimanifrá. Hetta er eitt stað í lívinum har ein nýggj tíð byrjar.
Nógv vilja vera við, at hetta er tann besta tíðin í hjúnarbandinum. Hava vit sum hjún fyrireikað okkum til hetta, ella sita vit eftir og mugu staðfesta, at límið sum helt okkum saman vóru børnini!
Hetta og nógv annað verður tosað um í sendingini.
Í dýpdina. Familjan 7. partur - Lurta eftir sendingini her
Í dýpdina. Familjan 6. partur - Lurta eftir sendingini her
Í dýpdina. Familjan 5. partur - Lurta eftir sendingini her
Í dýpdina. Familjan 4. partur - Lurta eftir sendingini her
Í dýpdina. Familjan 3. partur - Lurta eftir sendingini her
03/03-2007
Í dýpdina. Familjan 6. partur
Í sendirøðini um familjuna eru vit komin til 6. Part, og evnið hesa ferð er: “Børn í tannárum” Steen Palmqvist, sum er psyko- og familiuteauputur, er gestur hjá Preben Hansen.
Børnini er blivin tannáringar 14. til 16. Ár, og setir hetta ikki minni krøv til foreldrini. Vit kunnu sum foreldur læra nógv í samskiftinum við børnini. Tað er av stórum týdningi, at vit lata børnini finna sín egna samleika.
Preben Hansen hevur lagt til rættis
23/02-2007
Í dýpdina 5. partur
Vit eru nú komin til 5. part í sendirøðini um familiuna.
Evni hesar ferð, tey fyrstu børnini.
Sum tíðini gongur og børnini er komin uppstendur eitt skifti í hjúnabandinum. Nú talan um ein mamma og papi og ikki maður og kona. Ein kolveltingin kemur inn og tað er ikki longur bara vit, men barnið tørvar okkum heilt og fult. Vit elska barni og tað fyllir heilt nógv í okkara lívið. Hetta er gott og eigur at vera so. Tað er av stóran týdningi at barnið fær mest møguligan kærleika. Hvat so við okkara samlív!
Hetta er naka av tí sum Steen Palmqvist fer at greiða frá í hesar sending.
Lagt til rættis hevur Preben Hansen.
16/02-2007
Í Dýpdina 4. Partur
Í hesum 4. partinum í røðini við Steen Palmqvist, verður tosa um Eros og Agape í hjúnabandinum. Eros og Agape eru tvey orð, ið Bíblian nýtir fyri kærleikan.
Eros er tann kærleikin sum dekkar mín tørv, mít ego. Eg elski fyri at fáa nakað aftur fyri. Agape er hin kærleikin, sum einki krevur aftur fyri. Agape finna vit hjá Gudi, sum elskar uttan at krevja nakað frá okkum.
Í hjúnabandinum stendur Eros fyri: ”Hvønn tørv skal eg hava dekkaðan í dag”. Meðan Agape stendur fyri: “Hvat tørvar tú, at eg kann gera fyri teg í dag”.
Hettar er nakað av tí, sum verður viðgjørt í sendingini.
02/02-2007
Í Dýpdini 3. partur
Í sendirøðini um familjuna eru vit nú komin til tíðarskeiið, har børnini eru ein partur av gerandisdegnum. Tíðin fer við at geva børnunum ein so goðan uppvøkstur sum gjørligt.
Útreiðslurnar økjast og hetta krevur meiri arbeiði. Maður og kona fáa minni og minni tíð saman, tosað verður mest sum bara um børnini, húsini o.s.fr men vit hava ikki tíð til hvønn annan. Vit verða ikki longur “set, hørt og anderkendt”.
Hetta er nakað av tí, sum vit fara at hoyra um í triðju sendingini “Í Dýpdina” har Steen Palmqvist er gestur hjá Preben Hansen.
25/01-2007
Í Dýpdina, Familjan 1. og 2. partur
Nýggj sendirøð har farið verður í dýpdina um ymisk evnir. Sendingin er ætlað øllum sum ynskja fáa eitt størri innlit um eitt ávíst evni. Øll kunnu seta tíð av til at lurta, tí at sendingarnar eru avmarkaðar til umleið ein hálvan tíma.
Lagt til rættis hevur Preben Hansen, teknikari er Maiken Háberg Hansen.
Hesar fyrstu sjey sendingarnar seta familjuna í brennideplin og er tað Steen Palmqvist ið luttekur. Steen Palmqvist hevur psyko- og familieterapeutiska útbúgving frá S.I.F. (Systemisk Integreret Familieterapi) Útbúgvingin fevnir um: Samskiftið, verbal/nonverbal: Systemisk- psykodynamisk par- einstaklings- og familjuterapi, tekniterapi, einstakling og bólkar. Seskualitet og nærveru. Familjunar lívssyklus, upplivingarorientera familjuterapi, diagnostik v.m.
Les meira um Steen Palmqvist her
Print
Email
PDF














