Sangløta í Kelduni 3. apríl

Sangløta í Kelduni 3. apríl

Sunnukvøldi 3 apríl kl. 20 verður sangløta í Kelduni í Skálafirði.

Tey sum koma at luttaka eru, Heine Lützen, Kvartettin í Betesda og Eyðun Jacobsen, eisini verður felagssangur sum Terje Vestergaard skipar fyri.

Tað verður ókeypis atgongd, men hendan dagin kemur út nýggja savnsfløga við heitinum Thanks. Á fløguni luttaka, Blátt Gras, Svein í Prestgarði, Zamar, Mark Bishop, Ivan Parker, Kvartettin í Betesda og Eyðun Jacobsen.
Fløgan verður til sølu aftaná sangløtuna og alt sum kemur inn við søluni, fer til hjálpararbeiði á Filipsoyggjunum.
Fløgan verður ikki til keyps í sølubúðunum, men tað er møguleiki keypa hana frá Kelduni ella Eyðun Jacobsen.

Møtir við Hans Berntsen 22.-25. feb. 2016

Møtir við Hans Berntsen 22.-25. feb. 2016

Møti við grøðanarevangelistinum Hans Berntsen verða:

Í Oasuni í Hoyvík:
mánakvøldið 22. feb. kl. 20.00

Á Seglloftinum á Tvøroyri:
týskvøldið 23. feb. kl. 19.30

Í húsinum við Á í Porkeri:
Mikukvøldið 24. feb. kl. 19.30

Í Kelduni í Skálafirði:
Hóskvøldið 25. feb. kl. 20.00

Kom við, sig øðrum frá, tak onnur við- síggj fram til at møta Jesusi sum Frelsara og Grøðara:)

Lindin 16 ár

Lindin 16 ár

Niðri í Rættará, í Østrøm, hevur Lindin øðrvísi stuðulsdag komandi leygardag, 23. januar Eins og á stuðulsdegnum í 2014, verða beinleiðis samrøður millum gestir og útvarpsvertir í glasaðum ljóðrúmi. Ímillum ymsu skiftini koma bólkar og einstaklingar at framføra livandi tónleik‚ m.a. Heðin Askham‚ Systrar‚ Terje Vestergaard og Lisa Frederiksberg‚ Olvheðin Jacobsen‚ Gentukórið í Meinigheitshúsinum og… Les meira

Lindin beinleiðis úr Fuglafirði týsdagin 10. nov. kl. 9.00-12.00

Lindin beinleiðis úr Fuglafirði týsdagin 10. nov. kl. 9.00-12.00

Í morgin týsdagin 10. nov. kl. 9.00-12.00 sendir Lindin beinleiðis frá Ribarhús í Fuglafirði. Práta verður við ymiskar gestir m.a. Frits Johannesen, Oddvør á Lakjuni, Petur Martin Petersen, Páll á Lakjuni og Bernhardina Mikkelsen. Bárður á Lakjuni fer at syngja nakrar sangir. So lurta millum kl. 9.00 og 12.00 í morgin týsdagin 10. nov. Les meira

Samfelagsstevnan í Havn beinleiðis á Lindini

Samfelagsstevnan í Havn beinleiðis á Lindini

Lindin sendir beinleiðis frá hesum møtum á Samfelagsstevnuni 2015 í Havn. Fríggjakvøldið 6. nov. kl. 20.00 Fríggjakvøldið 6. nov. kl. 22.30 Leygardagin 7. nov. kl. 16.00 Leygarkvøldið. 7. nov. kl. 20.00 Leygarkvøldið. 7. nov. kl. 22.30 Sunnudagin 8. nov. kl. 16.00 Tað vil siga, at tey, ið ikki hava møguleika at koma til møtini, kunnu… Les meira

Stuðulsending 31. okt. 2015 kl. 14.00

Stuðulsending 31. okt. 2015 kl. 14.00

Lindin hevur kunningar og stuðulssending leygardagin 31. okt. 2015 frá kl. 14.00 15 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 92% av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava… Les meira

Larry Ford í Ebenezer í Havn og Betesda í Klaksvík

Larry Ford í Ebenezer í Havn og Betesda í Klaksvík

Fríggjakvøldið 30. og leygarkvøldið 31. oktobur, syngur kendi Grammy virðislønti tenorurin Larry Ford í ávikavist Ebenezer í Havn og Betesda í Klaksvík. Saman við Larry Ford er klaversnillingurin Alan Tripp, sum, umframt at spæla undir til nakrar av sangunum hjá Larry Ford, eisini skal hava sína egnu framførslu. Sangkórini í Ebenezer og Betesda luttaka eisini á konsertunum. Báðar… Les meira

STÓRMØTINI ’15: “JESUS GER ALT NÝTT!”

STÓRMØTINI ’15: “JESUS GER ALT NÝTT!”

23.-25. okt. skipar Kirkjuliga Heimamissiónin fyri stórmøtum í Ítróttarhøllini á Giljanesi. Høvuðstalari er Johnn Hardang úr Noregi og væntandi luttaka fleiri hundraðtals fólk úr øllum landinum. Lindin sendir beinleiðis fríggjakvøldið kl. 19.30‚ leygarkvøldið kl. 19.00 og kl. 22.00 og sunnudagin kl. 14.30 og kl. 18.00 Endamálið við øllum vikuskiftinum er at boða kristna gleðiboðskapin um… Les meira

Christmas Child

Christmas Child

Seinasta freist at lata skógvaeskjur inn er sunnudagin 25. okt. 2015 Les meira um Christmas Child á www.christmaschild.fo Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 4. mai 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 4. mai 2016

Dánjal lesur Hebr. 2 og tosar um ótta. Tá Jesus kemur inn í lív okkara, loysir Hann okkum frá allari stúran og ótta og gevur okkum sín frið. Filippi 4, 6-7: “Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.” Síðani tosar Poul Færø um at liva fyri ásjón Harrans – í øllum lívsins viðurskiftum og lesur 1. Mós. 17, 1: “Táið Ábram var 99 ár, opinberaði HARRIN Seg fyri honum og segði: “Eg eri Gud hin Alvaldi, liv fyri ásjón Míni og ver ólastandi!”

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 3. mai 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 3. mai 2016

Í dag er tátturin “Hvønn týdning hevur Bíblian fyri teg” á skránni, har Jógvan Jacobsen er gestur. Aftaná ringdu vit umborð á Juvel II, og tosaðu við Svening á Lofti, frá Atlantic Mission, har vit frætta um trúboðara ferðina til Herbridirnar, Orknoyggjar og Hetland. Meðan vit tosa við Svenning, sigla tey inn í havnina í Lerwick í Hetlandi. Væntandi kemur Juvel II aftur til Føroyar tann 10. Mai.

Vertur: Eydna Háberg. Teknikari Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Juvel II
Juvel II
Á Bylgjulongd mánadagin 2. mai 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 2. mai 2016

Í útvarpsstovuni er Manuel James Delgado. Hann greiðir frá sínum uppruna og uppvøkstri í Kalifornia í USA. Um rúsevnismisnýtslu, um leiðina til Danmarkar og hvussu hann kom at kenna Jesus og slapp burtur úr misnýtsluni. Í Danmark møtti hann konuni, sum er úr Føroyum og hvussu tey sum familja hildu leiðina til Føroyar, har hann nú er ungdóms-pastor í hvítusunnusamkomuni Filadelfia, Tórshavn. Síðani hoyra vit eitt brot úr eini nýggjari sending, ið fer at koma í Lindina, sum eitur Prestastafettin. Vit hoyra eitt brot úr einari sending, har Derhard Jógvanson, prestur, greiðir eitt sindur frá um kvirru, hvíld og tænastu. Hann gevur so stafettina víðari til ein annan prest, sum so kemur at hava eina aðra sending við øðrum innihaldið o.s.fr.v.

Vertur: Preben Hansen. Teknikari: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. apr. 2016

Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. apr. 2016

Vit hoyra um eitt tiltak, sum skipað verður fyri í Kelduni í Skálafyrði í kvøld kl. 20:00. Vit tosa við Mariu Petersen, sum greiðir frá tiltakinum “Vit eru systkin”, har nógv ymist verður á skránni, har ymiskar samkomur fara at luttaka og hava innsløg. Har verður vitnisburður, lovsangur, dramastykkir o.a. Til ber at fara inná facebook og dáma facebook bólkin “Vit eru systkin” har javnan verður lýst við ymiskum tiltøkum. Síðani hava vit vitjan av M.C. Restorff, um eina sending við nógvum pørtum, ið hann fer at hava í Lindini komandi tíðina undir heitinum: Havið sang yvir mær. Talan er um brot úr sjómanssendingini Vitin, sum byrjaði í Lindini um somu tíð sum Lindin byrjaði at senda, fyri 16 árum síðani.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 28. apr. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 28. apr. 2016

Vit hoyra um Landsstevnuna hjá Sjómanskvinnuringinum, sum verður í Nesvík, vikuskifti 6.- 8. Mai 2016. Kunning um landsstevnuna fæst á heimasíðuni: www.mission.fo – vel SJÓMANSMISSIÓN og so facebook profilin longur niðri á síðuni, har myndir, filmsbrot og annað tilfar verður deilt – og har skráin fyri Landsstevnuna eisini sæst. Til ber eisini at ringja til Torleif á tel.449024, ella Nesvík á tel. 470000. Gestur í sendingini er Torleif Johannesen, sjómanstrúðboðari, sum greiðir nærri frá skránni til landsstevnuna hjá Sjómanskvinnuringinum og um arbeiðið hjá Sjómansmissiónini. Eisini verður tosa um onnur viðurskifti, eitt nú um Grønlands-toymi o.a.

Vertur: Malan K. Olsen – Teknikari: Albin Johannesen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 27. apr. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 27. apr. 2016

Dánjal lesur úr Jóh.kap. 6 og 7 og tosar um mótsetningarnar – lógin øðrumegin og náðin í Jesusi hinumegin. Lógin krevur, meðan Jesus gevur. Tá Jesus kom í heimin lat Hann hurðina aftur, til tað sum hevði við lógina at gera og hurðina upp til tað, sum hevur við náðina og trúnna at gera. Síðani tosar Poul Færø um trúðarlívið, sum ikki ber til at liva uttan í Andanum; ikki í skoðan men í trúgv og hvussu undurfull sjónin fer at verða, at síggja andlit til andlit. Poul tosar og lesur brot úr Jóh.kap. 15, 16 og 17; Sálma. 73; Efs. 5 og Op. 19.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 26. apr. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 26. apr. 2016

Í dag er Heilsuhornið á skránni. Prátað verður við Halldis Joensen, forkvinnu í Alzheimerfelagnum, sum greiðir frá demens og Alzheimer sjúkuni. Eisini um at felagið hevur fingið pening til vega, til eina granskingarverkætlan innanfyri økið. Alzheimerfelagið hevur aðalfund mikudagin tann 27. apríl kl. 18.00. í Østrøm. M.a. fer stjørnuskotið innan demens í Danmark, May Bjerre,… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 21. apr. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 21. apr. 2016

Vit hoyra um felagskapin KRIS og um ráðstevnuna um kynsligan ágang, sum verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 28. Apríl 2016. Tilmelding til ráðstevnuna fer fram við at fara inn á heimasíðuna www.kris.fo og trýsta á RÁÐSTEVNAN: SKRÁ OG TILMELDING. Gestur í sendingini er Gvøðbjørg West, dagligur leiðari og ráðgevi hjá KRIS. Gvøðbjørg greiðir frá arbeiðinum hjá… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 20. apr. 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 20. apr. 2016

Dánjal lesur Luk. 18, 9-14 og Mark 10, 13-27 og hugleiðir um tørvin at sleppa sær sjálvum og egnari rættvísi – og um at taka ímóti ríki Guds og seta álit sítt á Jesus. Síðani kemur Poul Færø við í sendingina og heldur fram við hesum at liva í trúgv og um Anda vísdóms og… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 19. apr. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 19. apr. 2016

Fyrst í sendingini hoyra vit um Barnabata. Vit hoyra um hvussu felagsskapurin byrjaði sítt virksemi í Føroyum og hvat felagsskapurin virkar fyri. Gestur í útvarpsstovuni er aðalskrivarin Djóni Eidesgaard. Meira kunning fæst á heimasíðuni: barnabati.fo. Síðani er Hertha Johannesen í útvarpsstovuni. Hon greiðir frá sínum lívi við etingarólagi og hvussu hon upplivdi Gud og bleiv… Les meira