Á Bylgjulongd týsdagin 13. apríl 2021

Gestur er Jóna Gunnarsson, sum hevur búð í Kili í nógv ár. Hon greiðir m.a. frá hjálpararbeiðnum, sum hon luttók í innan OM. Hon er gift við Israel, sum er úr San Diego og sum sjúkrarøktarfrøðingur hevur starvast á eini deild við koronasjúklingum, hann upplivdi at dagliga doyði nógv av korona uttan at avvarðandi kundu koma. Síðani ringja vit til Charlottu á Váli, ein av fyriskiparunum av Cafeini í Ebenezer. Hon hevur góð tíðindi, aftaná at eingin café hevur verið í meir enn 1 ár, verður hon aftur komandi fríggjadag 16. apríl kl. 10-12. Seinast í sendingini hoyra vit eitt prát við Pola Jacobsen, samkomuleiðara í Lívsins orð. Tosað verður um hvat hendi teir 40 dagarnar millum Jesu uppreisn og Kristi Himmalferðardag. Prátið er fyrru ferð sent 14. apríl 2020

Hoyr prátið við Jónu Gunnarsson her:

Hoyr prátið við Charlottu á Váli her:

Hoyr prátið við Pola Jacobsen her:

Hoyr alla sendingina her:

Vertir: Eydna Háberg

Skriva viðmerking