Monthly Archives: apríl 2021

Á Bylgjulongd týsdagin 13. apríl 2021

Gestur er Jóna Gunnarsson, sum hevur búð í Kili í nógv ár. Hon greiðir m.a. frá hjálpararbeiðnum, sum hon luttók í innan OM. Hon er gift við Israel, sum er úr San Diego og sum sjúkrarøktarfrøðingur hevur starvast á eini deild við koronasjúklingum, hann upplivdi at dagliga doyði nógv av korona uttan at avvarðandi kundu koma. Síðani ringja vit til Charlottu á Váli, ein av fyriskiparunum av Cafeini í Ebenezer. Hon hevur góð tíðindi, aftaná at eingin café hevur verið í meir enn 1 ár, verður hon aftur komandi fríggjadag 16. apríl kl. 10-12. Seinast í sendingini hoyra vit eitt prát við Pola Jacobsen, samkomuleiðara í Lívsins orð. Tosað verður um hvat hendi teir 40 dagarnar millum Jesu uppreisn og Kristi Himmalferðardag. Prátið er fyrru ferð sent 14. apríl 2020

Hoyr prátið við Jónu Gunnarsson her:

Hoyr prátið við Charlottu á Váli her:

Hoyr prátið við Pola Jacobsen her:

Hoyr alla sendingina her:

Vertir: Eydna Háberg

Á Bylgjulongd mánadagin 12. apríl 2021

Evnið í sendingini er bøn. Fyrst er samrøða við Frants Jensen, um at biðja fyri Ísrael. Síðani vitjar Tummas Jacobsen í útvarpstovuni og tosar um bøn og eitt bønarnetverk, sum er millum frísamkomur í Føroyum. Hoyr prátið við Frants Jensen her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms210412_FrantsJensen-BidaFyriIsrael.mp3 Hoyr prátið við Tummas Jacobsen her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms210412_TummasJacobsen-UmBon.mp3 Hoyr alla sendingina her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms210412_FrantsJensen-BidaFyriIsrael_TummasJacobsen-UmBon.mp3 Vertur:… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 9. apríl 2021

Á Bylgjulongd fríggjadagin 9. apríl 2021

Fyrst er hoyra vit Bjørgfinnur Heinesen greiða frá Páskastevnuni, sum var í Kelduni í Skálafirði 1.-4. apríl 2021. Til seinast samtala Svenning av Lofti og Heine Lützen út frá Opinberingini kap. 13. Hendan samrøðan eru undir heitinum: TROYSTIÐ, TROYSTÐ FÓLK MÍTT. Hoyr prátið við Bjørgfinnur Heinesen her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms210409_BjorgfinnurHeinesen-PaskastevnaKeldan.mp3 Hoyr prátið við Svenning Av Lofti og… Les meira