
Fyrst á skránni er “Heilsuhornið”. Gestur er Maria Andreasen Hentze. Evnið er binding og handarbeiði, hvussu góða ávirkan tað hevur á heilsuna. Síðani hoyra vit Bodil Simonsen greiða frá um altjóða kvinnubønardagin, sum verður hildin um allan heim fríggjadagin 5. mars. Tiltakið er tvørkirkjuligt og verður hildið í Emmaus í Klaksvík kl. 20:00, í City Church í Havn kl. 19:30. Allar kvinnur og gentur eru hjartaliga vælkomin. Ynskir tú at stuðla, ber at flyta pening á kontu í BankNordik 6460-4495952. Til seinast práta vit við Jákup Erlingsson Petersen, sóknarprest um hvat føstan merkir og um at fasta.
Hoyr “Heilsuhornið” við Mariu Andreasen Henze her:
Hoyr prátið við Bodil Simonsen her:
Hoyr prátið við Jákup Erlingsson Petersen her:
Hoyr alla sendingina her:
Vertir: Eydna Háberg & Tór Arni Samuelsen