Monthly Archives: mars 2021

Á Bylgjulongd týsdagin 30. mars 2021

Á Bylgjulongd týsdagin 30. mars 2021

Ungdómsstevna verður á páskum í Meinigheitshúsinum í Havn. Vit prátað við Lassa Klein, ein av fyriskiparunum. Les meira á www.meinigheit.fo
Síðani er Sólbjørg Zachariassen gestur, hon greiðir frá ymiskum í sínum lívi. Maður Sólbjørg er Hermund Zachariassen, sum er føddur deyvur, og varð sendur niður á deyvaskúla sum 9 ára gamal. Sólbjørg hevur haft sendingina “Vón fyri teg” í Lindini í 20 ár.

Hoyr prátið við Lassa Klein her:

Hoyr prátið við Sólbjørg Zachariassen her:

Hoyr alla sendingina her:

Vertir: Eydna Háberg

Á Bylgjulongd fríggjadagin 26. mars 2021

Á Bylgjulongd fríggjadagin 26. mars 2021

Fyrst er hoyra vit Búgva Olsen greiða frá Páskastevnuni, sum verður í Kelduni í Skálafirði 1.-4. apríl 2021. Les meira á www.paskir.fo. Síðani hoyra vit Sannu Hammer greiða frá einum bønartiltaki, sum verður í skúlanum í Hovi 29.-30. apríl 2021. Til seinast samtala Svenning av Lofti og Heine Lützen út frá Opinberingini kap. 10-12. Hendan… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 22. mars 2021

Á Bylgjulongd mánadagin 22. mars 2021

Fyrst er prát við Lív Jacobsen um “City Meal”, sum tey skipa fyri í City Church. Síðani hoyra vit Duritu Tausen, forkvinnu í Krabbameinsfelagnum, greiða frá landsinnsamlingini, sum tey skipa fyri leygarkvøldið 27. mars kl. 19.00. Les meira á www.krabbamein.fo Lurta eftir prátið við Lív Jacobsen her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms210322_LivJacobsen-CityMeal.mp3 Lurta eftir prátið við Duritu Tausen her:… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 19. mars 2021

Á Bylgjulongd fríggjadagin 19. mars 2021

Fyrst hoyra vit Ruth Gaardlykke greiða frá einum bíbliuskúla, sum verður á Zarepta 1.-4. apríl, páskadagarnar. Tað er Atlantic Mission sum skipar fyri. Klæmint Eliasen og Oddur á Lakjuni kom at undirvísa úr 4. mósebók og úr Hebrearabrævinum. Les meira á Atlantic Mission á Facebook her. Til seinast samtala Svenning av Lofti og Heine Lützen út… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 16. mars 2021

Á Bylgjulongd týsdagin 16. mars 2021

Fyrst hevur Svenning av Lofti eitt stutt minningarorð um heimsevangelistin Luis Palau, sum fór heim til Harran 11. mars, 86 ára gamal. Síðani tosað vit við Jóhannes Simonsen yvir telefon og mammu hansara Bodil Simonsen, sum er í útvarpsstovuni. Jóhannes greiðir frá ymiskum frá sínum lívi. Hvussu hansara lív umbroyttist frá misnýtslu og ótta, til… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 15. mars 2021

Fyrst hoyra vit Podcast “Menn í kjóla” við Ova Brim og Jákup E. Petersen. Teir tosa um hugskotið við hesum Podcasti og so tosa teir um føstuna. Síðani hoyra vit hoyrispøl, sum Birgir Poulsen og Zacharias Hammer hava lagt til rættis. Vit hoyra “Teir 3 Vinmennirnir í Eldsovninum”, “Gestaboð Belsazars”, “Dániel í Leyvubølinum” og um… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 12. mars 2021

Fyrst hoyra vit Torleif Johannesen greiða frá tiltakinum “Jesus við umborð”, sum verður 23. mars 2021, sum Føroyska Sjómansmissiónin skipar fyri. Les meira á  facebook.com/sjomansmissionin. Síðani er vitjan av Jóhan Petur Johannesen, sum greiðir frá felagsskapinum Mercy Ships. Jóhan Petur sigur eisini frá tíðini hann var við umborð á Anastasis. Les meira um Mercy Ships… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 9. mars 2021

Fyrst sigur Hjørdis Háberg Petersen frá kvinnubønardegnum sum var 5. mars. Luttøkan var sera góð. Heitið á bønardegnum var “Bygg hús títt á hellubotn”, sum Hjørdis lutaði eitt orð um. Síðani tosað vit um Sálmarnar í Bíbliuni. Niels Pauli Nónstein, greiðir m.a. frá ymiskum sløgum av sálmum t.d. Sálmur 116, ein takkarsongur. Sálmur 13 ein… Les meira