Á Bylgjulongd týsdagin 22. des. 2020

Á Bylgjulongd týsdagin 22. des. 2020

Fyrst ringja vit til Louisu Niclassen Hansen, skrivara í KFUK, sum greiðir frá, at jólaaftan hald verður aftur í ár í KFUK, og tað verður hildið samsvarandi  leiðreglunum, sum eru givnar í samband við korona. Øll, sum eru einslig ella hava tørv á tí eru vælkomin at melda luttøku, sum er ókeypis.
Síðani prátað vit við Tummas Jacobsen, samkomuleiðara í Filadelfia, um jólini sum heild. Hann greiðir eitt sindur frá jól í barnaárunum, og hvussu nógv er broytt. Síðani tosar hann um innihaldið av jólaboðskapinum.

Hoyr prátið við Louisu Niclassen Hansen her:

Hoyr prátið við Tummas Jacobsen her:

Hoyr alla sendingina her:

Vertir: Eydna Háberg & Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking