Á Bylgjulongd týsdagin 1. des. 2020

Á Bylgjulongd týsdagin 1. des. 2020

Bók er givin út við 48 løgum til andaligar sangir, sum Leivur Guttesen hevur gjørt. Í bókini eru eisini nótar til løgini. Maria A. Henze, sum er systirdóttur Leiv, er gestur. Seinni tosað vit við Bergur Debes Joensen, prest um ein adventskalendara, sum fólkakirkjan hevur givið út, og sum er komin í hvørt hús í høvuðsstaðnum. Hvønn mándag til leygardag kl. 17 fram til jóla, verður eitt stutt tiltak í kirkjuni og stendur á kalendaranum hvørjari Kirkju tiltakið fer fram og á Facebook undir “Advent í høvuðsstaðnum” stendur hvat er á skránni tann dagin.

Hoyr prátið við Mariu Henze her:

Hoyr prátið við Bergur Debes Joensen her:

Hoyr alla sendingina her:

Vertir: Eydna Háberg & Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking