Á Bylgjulongd mánadagin 21. sept. 2020

Fyrst práta vit við Hjørdis Háberg Petersen. Hon hevði eina talu í City Church sunnudagin 20. sept., sum hon kallaði “Hvat er tað góða lívið”. Talan kann hoyrast her. Síðani vitjar Óli Rubeksen í útvarpstovuni og greiðir frá um SSP samstarvið, sum er í millum skúla, sosialu mynduleikar og politi. Endamálið er at fyribyrgja at børn og ung koma út í óføri og serliga kriminalitet. Skjótt verður ein heimasíða tøk, sum eitur www.ssp.fo

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Hoyr prátið við Hjørdis Háberg Petersen her:

Hoyr prátið við Óla Rubeksen her:

Hoyr alla sendingina her:

Skriva viðmerking