Monthly Archives: februar 2020

Á Bylgjulongd hósdagin 27. februar 2020

Á Bylgjulongd hósdagin 27. februar 2020

Í sendingini á Bylgjulongd í morgun tosað vit við Jórun Anfinssdóttir Magnussen.
Foreldrini hjá Jórun eru føroysk, men hon og beiggi hennara eru uppvaksin í Danmark. Jórun og maður hennara, Klaus Toke Warrer Madsen, reka eitt heim fyri gentur, ið hava tørv á umsorgan, og har búgva tey eisini til dagligt. Jórun eigur ein son, Magnus, sum er 26 ára gamal. Magnus er føddur við einari sjáldsamari sjúku, sum ger, at hann ber fjølbrek. Saman við øðrum foreldrum at børnum við breki, stovnaði Jórun ein stovn fyri fólk við breki. Hoyr samrøðuna við hesa einastandandi kvinnu, sum hevur givið sítt lív til gentur, sum hava verið fyri umsorgnarsvíki, og sum ikki tekur við tí næstbesta, tá tað kemur til umsorgan av fólki, sum hava tørv á hjálp í gerandisdegnum. Lesið meira um heimið Home á homely.nu
Seinni í sendingini er Eivinn Bringsberg við í studio og vit tosað um beinleiðis sendingarnar úr Klaksvík hósmorgnar, sum ætlanin er at hava regluliga.

Vertir: Rúna Sivertsen og Malan Olsen. Johnny Olsen og Victor Dánjalsson tóku sær av tøknini.

Hoyr samrøðuna við Jórun her:

Hoyr alla sendingina her:

Á Bylgjulongd mikudagin 26. feb. 2020

Á Bylgjulongd mikudagin 26. feb. 2020

Fyrst hoyra vit Dánial tosa um “Náði Guds sjónlig” út frá Bíbliuni. Síðani er samrøða við Poul Færø. Vertur: Dánial á Dul Jacobsen Lurta eftir sendingini her http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A%20Bylgjulongd/ms200226_NadiGudsSjonlig_PoulFaeroe.mp3 Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 25. feb. 2020

Á Bylgjulongd týsdagin 25. feb. 2020

7. mars verður eitt tiltak í Frelsunarherinum, sum nevnist Gospel Church Venjingarskeið. Rannvá Olsen fyriskipari greiðir frá at hesin dagurin var ætlaður fólki, sum hava hug at syngja Gospel og øll eru vælkomin. Tilmelding á FB undir “Tiltøk” her. Eisini vælkomin um tú ikki hevur sagt frá. Síðani ringja vit til Maluna Rasmussen, sum greiðir… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 24. feb. 2020

Á Bylgjulongd mánadagin 24. feb. 2020

Fyrst hoyra vit Símun J. Hansen siga frá hvussu gekk við Mini TeenStreet, sum var í Bylgjuni í Runavík 21.-23. feb. Síðani hoyra vit Lív Justinussen greiða frá “Liv Lívið” hjá Blákrossi, sum er ein fyribyrgjandi verkætlan, sum fokuserar á at fyribyrgja, at ung koma illa fyri orsaka av rúsdrekka/-evnum, og við at minka um… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 21. feb. 2020

Á Bylgjulongd fríggjadagin 21. feb. 2020

Bárður á Lakjuni greiðir frá um bókina/fløguna “Lívsins dansur”, sum eru tekstir, tónar og myndir. Síðani greiðir Símun J. Hansen frá at síðsta hond verður lagt á Mini-TeenStreet, sum verður í vikuskiftinum 21.-23. feb. Til seinast er vitjan av Heidi Ravn, Kate Favre og Mike Wilson frá Bíbliuháskúlanum IABC “International Apostolic Bible College”. Les meira… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 20. februar 2020

Á Bylgjulongd hósdagin 20. februar 2020

Fyrst tosað vit við Lilliuna Bjarnadóttir Poulsen. Lillian er mamma at fimm børnum í aldrinum 14 ár til 7 vikur. Hon er útbúgvin barnaheilsufrøðingur og starvast í Hoyvíkar skúla. Vit tosað um fyrimunir og vansar við at ansa børnunum heima og hvørji krøv tað setur til foreldrini. Eisini ringja vit til Dávur Winther, mentannarstjóra í… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 18. feb. 2020

Á Bylgjulongd týsdagin 18. feb. 2020

Ellen Margrethe Gylling og systir Marisa eru í utvarpsstovuni at tosa um ein íblástrardag, sum verður leygardagin 23. febr. kl. 14.00 í Katólsku Kirkjuni. Ellen Margrethe Gylling hevur bíbliuundirvísing, og ymiskt annað er á skránni. Allar kvinnur eru vælkomnar. Íblástrardagurin er ein innleiðsla til Kvinnubønardagin, sum verður fríggjadagin 6. mars. 2020 í Frelsunarherinum í Havn… Les meira