Monthly Archives: februar 2019

Á Bylgjulongd hódagin 28. feb. 2019

Á Bylgjulongd hódagin 28. feb. 2019

Í útvapsstovuni eru vertirnir Eivinn Bringsberg og Rógvi Joensen. Teir tosa m.a. um náði og góðsku Kristusar móti okkum. Um at verða góðtikin/accepterarður av Honum og at vit í Honum eru deyð frá syndini. Um Jesus, sum okkara fyrimynd og at rokna sum Hann. Eisini sett í samanhang við Nýggja og Gamla sáttmálan. Lurta eftir… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 26. februar 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 26. februar 2019

Í dag byrjaðu vit at tosa um Guds margfeldni og um ættarfaðirin Ábraham og hansara álit á Gud og lýdni. Gestur: Sólrun Poulsen. Síðani komu Hanna Absalonsen og Elisabeth Jóanesarson og greiddu frá alheimsbønartænastuni hjá TWR “Kvinnur við vón”. Felagsskapurin sendur út bønarkalendara hvønn mánað. Kalendarin fæst við at venda sær til Hannu ella Elisabeth.… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 20. feb. 2019

Á Bylgjulongd mikudagin 20. feb. 2019

-Dánial lesur m.a. Róm. 8, 31-32 og hugleiðir um Vón og Trúgv og fatanina av Gudi í samanhangi við álit, náði evangelium og sannføringina, um at Hann er vegurin, sannleikin og lívið. -Poul Færø tosar um trongd okkara í 2. Kor. 4, 17 – sum er stokkut og løtt – knýtt saman við Róm. 8,… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 19. februar 2019

Á Bylgjulongd týsdagin 19. februar 2019

Mai Laksáfoss Simonsen tosar um barnamøti, sum verða í Ebenezer 1.-3. mars. Tað er eitt felagstiltak hjá samkomunum Lívdin, Hebron og Ebenezer. Í sambandi við Altjóða kvinnudagin skipa Megnarkvinnur fyri kvinnustevni 8.-9. mars í City Church. Hjørdis Háberg Petersen greiðir frá. Meir fæst at vita á Facebook-síðuni hjá City Church og á www.citychurch.fo. Seinasti gestur er… Les meira

Á veg heim fríggjadagin 15. februar 2019

Á veg heim fríggjadagin 15. februar 2019

Johan Petur Johannesen er gestur í sendingini. Evnið hesaferð er ”Bøn og føsta”. Við støði í Matt. 6 og 7 leggur hann dent á, at eingin andaligur vøkstur kann væntast í krista lívinum uttan bøn. Lurta eftir sendingini her: http://ftp.lindin.fo/FTP%20arkiv/A_veg_heim/a_veg_heim_190215_JohanPeturJohannesen-BonOgFosta.mp3 Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. februar 2019

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. februar 2019

Fyrst er prát við Petur á Roykheyggi um eina møtirøð, sum verður í Berøa í Saltangará 15.-17. februar. Síðani er Svein í Prestgarði gestur. Hann tosar um eitt tiltak, sum verður á Reinsaríinum sunnudagin 17. februar kl. 14 og kl. 20, sum er eitt syngið við tiltak og konsert. Eisini syngur hann nakrar sangir, og… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 14. feb. 2019

Á Bylgjulongd hósdagin 14. feb. 2019

Fyrri gesturin er Hallgerð Akurstein, frá samkomuni Soli Deo Gloria í Klaksvík. Samkoman flutti í nýggj høli, á Klaksvíksvegi 56, á sumri í 2018. Vit hoyra um hølisumstøður og andaliga innihaldið í nýggja umhvørvinum – og ein boðskap: Nýggj byrjan. Seinni gesturin er Anbu Rajamani úr (suður) India. Vit hoyra um uppvøkstur og vitnisburð. Eisini… Les meira