Monthly Archives: mai 2018

Konsert við The Purple Hulls og Blátt Gras

Konsert við The Purple Hulls og Blátt Gras

Sunnukvøldið 27. mai kl. 20.00, verður sera áhugaverd konsert í Kelduni, Skálafirði, við tvíburðasystrunum Katy og Penny Clark eisini kallaðar The Purple Hulls og Blátt Gras The Purple Hulls spæla country/bluegrass í heimsklassa. Tær koma frá Texas, har tær útfolda sínar tónlistaligu evnir. Tær ferðast nógv í USA, men gera eisini túrar til Europa. Tær elska… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 23. mai 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 23. mai 2018

-Dánial hugleiðir og lesur um atgongdina í trúnni til náðina, við at seta álit sítt á Jesus. (skriftbrot: Róm. 5, 2; Efs. 1, 3-6 og 13-23; Efs. 3, 12-21) -Poul Færø heldur fram um náðina og um Saul og um frálíku byrjan hansara, men Saul hevði ikki tol at bíða eftir Harranum. Um Guds ætlan… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 18. mai 2018

Á Bylgjulongd fríggjadagin 18. mai 2018

Fyrst hoyra vit Bjarna Steintún greiða frá um Hvítusunnustevnuna, í Libanon í Sørvági. Síðani hoyra vit Sølvi Andreasen, greiða frá um samfelagsstevnuna í Vágia Hvítusunnu. Til seinast er vitjan av Andy Wallis, Wayne og Gwenda Simmonds, sum luttaka á Hvítusunnustevnu í Filadelfia í Havn. Vertur: Tór Arni Samuelsen  Lurta eftir sendingini her Um tú vilt… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 17. mai 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 17. mai 2018

Vit hoyra vertirnar Eivin Bringsberg og Rógva Joensen umrøða evnið: “Einleikin í Kristusi”. Vertur: Eivin Bringsberg og Rógvi Joensen. Teknikari: Albin Johannesen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 16. mai 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 16. mai 2018

-Dánial hugleiðir um komu og virkan Heilaga Andans. Um hvítusunnuna, táið Guds kirkja/samkoma varð stovnsett og um nærveru Heilaga Andans. (skriftbrot: Áp. 1, 3-12; Áp. 2, 1-16; Efs. 1, 9-12) -Poul Færø heldur fram um ávøkst (Heilaga) Andans og verk holdsins; tvey fyribrigdi, ið alla tíðina standa hvørjum øðrum ímóti. Nevnir dømir um ávøkst andans… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 15. mai 2018

Á Bylgjulongd týsdagin 15. mai 2018

Fyrst á skránni er “Heilsuhornið” har evnið er Sálarlig heilsa. Monika Mohr og Ólavur Jøkladal greiða frá verkætlanini ABC Sálarlig heilsa. Síðani er David Jacobsen, fyristøðumaður í Immanuel gestur. Hann tosar um tað sum hendi Kristi Himmalferðardag og um týdningin av Hvítusunnu hátíðina tá Heilagi Andin kom til jarðar og nakað um Heilaga Andans virki… Les meira

PAROLA 2018 frá 6. til 13. aug.

PAROLA 2018 frá 6. til 13. aug.

Eins og árini frammaundan, verður PAROLA hildið í Sant’Elia í Molise, Italia. Visiónin hjá PAROLA er eitt ynski at eggja ungum at LESA heimsins kulastu bók, at LÆRA hana at kenna, og at LIVA hana út í lívið! – Parola er fyri ung í 18-35 ára aldri. Nærri upplýsingar um nær og hvar Parola verður… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 14. mai 2018

Á Bylgjulongd mánadagin 14. mai 2018

Fyrst hoyra vit Tummas Jacobsen greiða frá Hvítusunnustevnuni, sum tey skipa fyri í Filadelfia í Havn 18.-21. mai 2018. Les meira á www.filadelfia.fo. Síðani er vitjan av Avi Lipkin, í samband við at tað eru 70 ár síðani tjóðin Ísrael bleiv endurstovna 14. mai 1948. Vertur: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen  Lurta eftir sendingini… Les meira

Hvítusunnustevnur kring landið

Hvítusunnustevnur kring landið

Tað verða nógvar Hvítusunnustevnur kring landið. Filadelfia í Havn skipar fyri stevnu 18.-21. mai 2018. Les meira her. Missiónshúsið í Vági skipar fyri stevnu 19.-20. mai 2018. Les meira her Libanon í Sørvági skipar fyri stevnu 18.-21. mai 2018. Les meira her Bethel í Vági skipar fyri samfelagsstevnu  18.-21. mai 2018. Les meira her.   Les meira