Fyrst hoyra vit Silas Olofson tosa um virksemið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum, bæði í Føroyum og uttan fyri landoddarnar. Silas greiðir frá kallinum sum trúðboðari og avbjóðingunum hann hevði í Turkalandi sum trúðboði. Til seinast sigur Silas frá Várstevnu Kirkjuliga Missiónsfelagsins, sum skipa verður fyri í døgunum 27-29 apríl 2018 í Missiónshúsinum við Landavegin í Havn. Sí skrá: kmf.fo
Síðani ringja vit til Hildu Viderø, sum greiðir frá felagsskapinum Føroya Pro Vita. Hilda greiðir frá stovnan til í dag, m.a. um ráðgeving í samband við fosturtøku o.a. Ein og hvør kann fáa ráðgeving áðrenn ella aftaná fosturtøku ella at tekna seg sum lim, við at venda sær til Hildu Viderø, tlf 771710 – 216785 ella Maria Forrestal tlf 771700 – 515386. Meira kunning um Føroya Pro Vita og Ráðstevnuna fæst á provita.fo.
Vertur & teknikari: Albin Johannesen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”
Maria Forrestal og Hilda Viderø