Dánial hugleiðir um Heilaga Andan og hvítusunnuna. Um alt tað, sum mátti henda (føðing, líðing, uppreisn og himmalferð Jesusar), fyri at hvítusunnan kundi koma. Lýsir Andans verk í tí persónliga lívinum og í samkomu/kirkjuligum høpi. Poul Færø byrjar við muninum ímillum, hvussu Jesus talaði og hvussu lærusveinarnir talaðu. Umrøður tað samversku kvinnuna við Sikars brunn og umskifti í egnum lívið, sum dømi hvat hendir, tá ið Gud sleppur framat at mynda og livandi gera okkum í Kristusi, so Hann sleppur at brúka likam okkara. Til seinast er samtalan um opinberingina, ið Esaias fekk og sum broytti hann fullkomiliga (Es.kap. 6). (Onnur skriftbrot: Jóh. 14, 23, 25-28; 1. Kor. 12, 5-14; Áp. 2, 32-33; Gal. 5, 22-25; Luk. 6, 43-46; Jóh. 4, 1-42; Róm. 15, 13-14; 1. Kor. 2, 12-15; Filippi 4, 8-9)
Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”