Á Bylgjulongd týsdagin 31. jan. 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 31. jan. 2017

Fyrst er “Heilsuhornið” á skránni, har vit hava vitjan av Lillian Bjarnadóttur Poulsen, sjúkrasystir, har evnið er: “At nýta tíð saman við børnunum”. Nógv ymist áhugavert verður umrøtt, m.a. um góða nærveru, ið gevur sunna sjálvkenslu, lívsgleði og empati/innliving. Síðani er Randi Frøyseth, korpsleiðari hjá Frelsunarherinum í útvarpsstovuni. Hon greiðir frá einum serligum vikuskifti, nú komandi 4.-5. feb., har landsleiðarin fyri Frelsunarherin í Noreg, Íslandi og Føroyum, kommandør William Cochrane vitjar. Les meira um vitjanina: frelsunarherurin.fo. Eisini hava vit eitt prát við Annu Jacobsen og hoyra um “café Elim” í Søldafirði, ið er mikudagar frá 10:00 til 12:00; heimasíða: elim.fo. Til seinast er tátturin “Orð at grunda yvir” úr Orð, 4, 23 “Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!.”

Vertur: Eydna Háberg. Teknikari: Tór Arni Samuelsen

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking