Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. jan. 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 27. jan. 2017

Fyrst ringja vit til Terja Vestergaard og hoyra um ein nýggjan sang, sum Hans Jacobsen, sáli, vanliga nevndur Hans á Bakka setti orð til og sum Terje hevur sett lag til og sum Jákup Zachariassen hevur lagt til rættis. Eisini tosa vit við Terja, m.a. um at skriva sangir o.a. Síðani ringja vit til Regin Guttesen og hoyra um eitt bíbliu-skeið, undir heitinum Parola, sum verður í Italia, 3.-11. juli 2017. Hetta er fyri ung 18-35 ár. Tilmelding og upplýsingar annars um búgving, prísir v.m. sæst á heimasíðuni parola.fo, har klikkjast kann inn á parola-facebook síðuna eisini.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking