Á Bylgjulongd mikudagin 18. feb. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 18. feb. 2017

Dánial lesur úr Luk. 5 um tilætlan Guds, ið er at signa, sum dregur menniskju til Hann. Andi Guds flytir inn í okkum og uppliva vit tá kærleika Hansara og tað nýggja lívið, fult av signingum og møguleikum, mótsatt tí gamla, sum er fult av krøvum og tænastu fordømingar og deyðans. Skriftbrot: 2. Kor. 3, 1-11; 2. Kor. 5, 17-21. Samtalan við Poul Færø er um hetta: Hví verða vit ikki standandi sum fyridømi fyri onnur – og hvat er tað sum gerð at vit verða varðveitt. Tað gerst bert við Anda Guds, ið býr í okkum. Andi vísdóms, sum vil sleppa at geva okkum opinberingar til kunnskap um Kristus. Livir Orðið ikki í okkum, vera vit fyri falli. Skriftbrot: Ef. 1, 15-18; Sálm 19, 13-14, Sálm 97, 10 og Sálm 37, 24; Orð. 24, 17; Róm. 8, 1-4 og 14, 4.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking