Monthly Archives: november 2016

Framsýningin “FÓLKIÐ, BÓKIN, LANDIД

Framsýningin “FÓLKIÐ, BÓKIN, LANDIД

3500-ára gamla sambandið millum Jødafólkið og Halga Landið. Henda áhugaverda framsýning verður at síggja í: TÓRSHAVN í Perluni 1. – 8. desember. Sí nær framsýningn er opin: shalom.fo – ella www.reinsariid.fo “FÓLKIÐ, BÓKIN, LANDIД – Hetta er ein søgulig framsýning, sum UNESCO og SIMON WIESENTHAL-stovnurin hava skipað. Robert Wistrich, sáli, professari við lærda háskúlan í… Les meira

Ungdómsstevnan 2016 í Betesda 24.-28. novembur

Ungdómsstevnan 2016 í Betesda 24.-28. novembur

Evnið á stevnuni verður: Andalig Krígsførsla (Efesubrævið kap. 6, 10-18). Høgni Johannesen, Hallur Mortensen og onnur tala. Eisini verður sangur, vitnisburðar, drekkamuður, drama, framførslur og mangt annað. Øll eru hjartaliga vælkomin!. Fá meira at vita um stevnuna á facebook: Ung í Betesda Les meira

SALT aftur á palli

SALT aftur á palli

Tíðindaskriv 4. desember verður SALT at hoyra í Løkshøll í Runavík. Sangbólkurin SALT, sum var sera virkin frá 1999 til 2008, fer nú aftur á pall – fyri fyrstu ferð í smá 9 ár. Talan er um konsert, ið verður í Løkshøll í Runavík tann 4.desember kl 16. SALT, ið einamest var kendur fyri sín… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 24. nov. 2016

Á Bylgjulongd hósdagin 24. nov. 2016

Eivinn Bringsberg og Rógvi Joensen eru í útvarpsstovuni. Innleitt verður við Luk. 7, 36-50 og umrøða hvussu menniskja sær seg sjálvt yvir fyri Gudi, miseydnað og ongantíð nøgd við seg sjálvan. Svarið er at venda eyguni á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar. Tað gevur vón, gleði, frið og grøðing fyri likam, sál og anda. Vertir:… Les meira

Barnaguðstænastur í Havnar kirkju og í Vesturkirkjuni

Barnaguðstænastur í Havnar kirkju og í Vesturkirkjuni

Sunnumorgunin 27. november 2016, verða barnaguðstænastur Havnar kirkju og í Vesturkirkjuni. Í Havnar kirkju, kl. 11 verður barnaguðstænasta við Ann Dahl Hansen, presti. Barnakórið av Strondum syngur til guðstænastuna, og øll eru vælkomin. Eftir guðstænastuna er ein drekkamunnur og okkurt gott til børnini at fáa í Kirkjustovu. Í Vesturkirkjuni, kl. 11 fer Gentukórið í Meinigheitshúsinum… Les meira

Evangeliska Røddin fimmti ár

Evangeliska Røddin fimmti ár

Kelda: lofti@olivant.fo Evangeliska Røddin varð stovnað í august 1966. 29. november sama ár sendi henda nýstovnaða kristna útvarpsfyritøkan á fyrsta sinni evangeliið út á móðurmálinum til føroyingar kring allan heim. Útvarpsssendingin hoyrdist eisini heima í Føroyum. Nú fimmti ár eru liðin síðani hesa søguligu byrjan, er hóskandi at steðga á og lýsa nærri hvussu alt… Les meira

Muffins mikukvøldið 23. nov. 2016

Muffins mikukvøldið 23. nov. 2016

Gestur er Jógvan Simonsen. Tosa verður um nógv ymiskt, herímillum Awakening Europe, ið Jógvan, saman við einum føroyskum toymi var til í oktober 2016. Eisini varð tosað um Mathetes’16 leguna hjá KFS, har Jógvan leiddi lovsangin. Síðani var tosað um lívið sum kristin o.a. Vertir: Heri Danielsen og Heðin Nielsen. Teknikari: Hans Terji Vestergaard Lurta… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 23. juli 2016

Á Bylgjulongd mikudagin 23. juli 2016

Dánial lesur 1. Móseb. 2, 1-3 og hugleiðir um Gud og sabbats hvílu fólks Guds aftaná Skapanarverkið, samantvinnað við hvíluna í Kristusi, sum er besta verja í lívinum. Onnur skriftbrot: Neh. 13, 15-21 og Matt. 11, 27-30. Seinna løtan heldur fram í sama duri, har samtalan við Poul Færø er um, tá Harrin virkar í… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 22. nov. 2016

Á Bylgjulongd týsdagin 22. nov. 2016

Fyrst er Richard Schwartson gestur, ið greiðir frá um Nøvn Guds – hugtøk, sum ímynda Gud í Bíbliuni. Síðani er Charlotta á Váli Olsen í útvarpsstovuni, har vit hoyra um ‘Café fríggjamorgun’, ið er opin hvønn fríggjadag, kl. 10-12 í Ebenezer. Meira um ‘Café fríggjamorgun’ á: Ebenezer.fo. Tosað verður eisini um kór- og møtileiðaran, Cliff… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 21. nov. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 21. nov. 2016

Fyrst ringja vit til Hjørdis Háberg Petersen, frá City Church, Tórshavn, og hoyra um “City Meal”, ið er ein heit máltíð (og smyrja matpakka), tey skipa fyri hvønn mikudag, kl. 17:00-18:30. Tilmelding við at senda SMS til City Church á tlf. 22 61 26 ella boð á facebook, áðrenn kl. 14:00 týsdagar. Síðani ringja vit… Les meira