Vit hoyra um eitt tiltak, sum skipað verður fyri í Kelduni í Skálafyrði í kvøld kl. 20:00. Vit tosa við Mariu Petersen, sum greiðir frá tiltakinum “Vit eru systkin”, har nógv ymist verður á skránni, har ymiskar samkomur fara at luttaka og hava innsløg. Har verður vitnisburður, lovsangur, dramastykkir o.a. Til ber at fara inná facebook og dáma facebook bólkin “Vit eru systkin” har javnan verður lýst við ymiskum tiltøkum. Síðani hava vit vitjan av M.C. Restorff, um eina sending við nógvum pørtum, ið hann fer at hava í Lindini komandi tíðina undir heitinum: Havið sang yvir mær. Talan er um brot úr sjómanssendingini Vitin, sum byrjaði í Lindini um somu tíð sum Lindin byrjaði at senda, fyri 16 árum síðani.
Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”