Á Bylgjulongd mánadagin 25. jan. 2016

Á Bylgjulongd mánadagin 25. jan. 2016

Fyrst í sendingini hoyra vit Dánjal Poulsen greiða frá einum minningarhald um Holocaust, sum vinarfelagið Føroyar-Ísrael skipar fyri í Østrøm hóskvøldið 28. januar kl. 19.30. Høvuðsendamálið er at minnast og upplýsa um ræðuleikarnar í Evropa undir seinna heimsbardaga, at tílíkt ikki fer at endurtaka seg. Ísraelsmaðurin Omri Galperin, fer at greiða frá um Holocaust og hvønn týdning tað hevur fyri Ísrael og okkum øll, at hesin sorgarleikur ikki verður gloymdur. Síðani hoyra vit eitt brot úr 16 ára hátíðarsendingini hjá Lindini, sum var leygardagin 23. Januar, har Preben Hansen tosar við Dánjal á Dul Jacobsen og Poul Færø, um sendingina, teir hava hvønn mikudag fyrrapart. Til seinast hava vit vitjan av Jóhan Tausen og Jógvan Jacobsen, sum geiða frá eini møtirøð, ið verður í Nebo á Toftum komandi vikuskifti, 28.-31. Januar 2016. Jógvan Jacobsen kemur at tosa til møtini, har evni er “Orð Guds”. Talan er um fjølbroytta luttøku, har m.a. Randi Hansen á Seminarinum leygardagin tosar um Guds Orð og lovsang.

Vertir: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Jógvan Jacobsen og Jóhan Tausen

Skriva viðmerking