Stuðulsending 31. okt. 2015 kl. 14.00

Stuðulsending 31. okt. 2015 kl. 14.00

Lindin hevur kunningar og stuðulssending leygardagin 31. okt. 2015 frá kl. 14.00

15 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 92% av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggjað allan raksturin av Lindini. Stuðulin er árliga áleið 1,6 mill. Umleið 50 fólk, flestu teirra sjálvboðin, eru onkusvegna virkin í Lindini. Alt hetta ber til, tí so nógv standa saman um Lindina.

Leygardagin 31. okt. 2015 frá kl. 14.00 og úteftir verður kunningar og stuðulssending í Lindini. Práta verður við ymiskar gestir, bæði nær og fjar har fokus verður sett á arbeiði í Lindini.

Høvið er hjá øllum at verða við í lutakasti um eitt gávukort á 6000 kr. frá Fonnflog, um tey stuðla Lindini við 100 kr. Tey kunnu nú senda SMS til 1910 og skriva Lindin

Eisini øll sum geva eina gávu á konto hjá Lindini og viðmerkja Lindin og so sítt telefonnummar, eru við í lutakasti um gávukortið frá Fonn Flog. Lindin hevur konto í øllum bankum.

Skriva viðmerking