Á Bylgjulongd týsdagin 27. okt. 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 27. okt. 2015

Fyrst í sendingini hava vit vitjan av Jóannes á Váli, sum greiðir frá tveimum konsertum hjá Larry Ford í Føroyum komandi vikuskifti. Konsertirnar verða fríggjakvøldið 30. Okt. Kl. 20:30 í Ebenezer og leygarkvøldið 31. Okt. Kl. 20:30 í Betesda. Eisini greiðir Jóannes á Váli frá samfelagsstevnuni hjá Brøðrasamkomuni, sum verður í Havn frá mikudegnum 4. novembur til sunnudagin 8. Novembur 2015. Til seinast ringja vit til Regin Guttesen, sum virkar sum trúboði í Italia. Hann greiðir frá arbeiðinum sum heild og arbeiðinum millum flóttarfólk.

Vertur: Eydna Háberg. Teknikari Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking