Á Bylgjulongd mánadagin 26. okt. 2015

Á Bylgjulongd mánadagin 26. okt. 2015

Fyrst ringja vit til Jógvan Lamhauge, sum greiðir frá felagsmøtunum komandi vikuskifti, ið skipa verður fyri í ítróttarhøllini við Meginskúlan í Sandoynni. Møtirøðin ber heiti “Eitt betri lív”. Hetta er eitt felags tvør-kirkjuligt tiltak, har Betania í Skopun, Brøðrasamkoman og Heimamissiónin luttaka, við nógvum ymiskum á skránni. Síðani hava vit eitt innslag, um eina stuðulssending hjá Lindini, nú komandi leygardag 31 okt. kl. 14:00, við ymiskum har m.a. vinningur er á skránni. Til seinast er Margith Justinussen í útvarpsstovuni. Hon greiðir frá einum tiltaki, sum verður á Reinsarínum í Havn, komandi fríggjakvøld kl. 19:00 til kl. 23:00 undir heitinum “Hamskifti á Reinsarínum”. Tað eru Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum skipa fyri, ið er ein áhugabólkur undir Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Nógv ymist er á skránni, m.a. sang framførsla, upplestur, samrøður, bóka útgávur v.m. Endamálið er at varpa ljós á; deilda upplivingar hjá hvørjum øðrum; fremja hugburðs broyting, at til ber at koma fyri seg aftur hjá teimum, sum koma út fyri sálarligum ójavnvág.

Vertur: Prepen Hansen og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking