Á Bylgjulongd hósdagin 22. okt. 2015

Á Bylgjulongd hósdagin 22. okt. 2015

Fyrst í sendingini hoyra vit Pól Johannesen, trúðboðara, Klaksvík, greiða frá missiónsvikuni, sum verður mánaðarskifti okt./nov. 2015 í KFUM&K í Klaksvík. M.a. kemur John Handang úr Norra, at tala tvey tey fyrstu kvøldini. Síðani kemur Kristian Hansen við í sendingina, har hann leggur dent á orðið “sælur”. Grund týdningurin av orðinum er støðan vit eru í ella við øðrum orðum, at vera væl staddur (í góðari støðu). Brot í skriftini, Op. 1, 3, “Sælur er tann….”. Eisini verður tosa eitt sindur um evangeliið, um at venda við.

Vertur: Maria Mørkøre og Teknikari: Kristin Akursmørk
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking