Á Bylgjulongd fríggjadagin 25. sept. 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 25. sept. 2015

Vit hoyra Óla Rubeksen greiða frá um SSP samstarvið, sum er í millum skúla, sosialu mynduleikar og politi. Endamálið er at fyribyrgja at børn og ung koma út í óføri og serliga kriminalitet. Arbeiðið er m.a. úti á skúlunum. Eisini er gjørdur ein faldari við 12 punktum og ráðum, ið til ber at ogna sær. Seinni í sendingini hava vit eina samrøðu við Svein í Prestgarði, um útgávu konsertir, sum verða í vikuskiftinum kring landi, i samband við nýggju fløguna, sum verður givin út, við heitinum Ferðast heim. Eisini er DVD-filmurin á skránni, undir heitinum: Tvey lív, ein lívsleið, um lívið hjá Svein í Prestgarði.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking