Nýggj fløga og DVD við Svein í Prestgarði

Nýggj fløga og DVD við Svein í Prestgarði



Fríggjadagin 25. sept. kemur út nýggj fløga og DVD við Svein í Prestgarði.

Fyrr í ár fór Svein, saman við øðrum, til USA at taka eina nýggja fløgu upp. Fari var í Crossroads Studio í Asheville, har fleiri føroyskar fløgur eru framleiddar seinastu árini.

Svein hevur eina sera vakra rødd og kemur hon sanniliga til sín rætt á hesi fløgu, sum inniheldur 13 sangir, í vøkrum country hami. Fløgan ber heitið Ferðist heim. Hetta er tað sum fyllur nógv í lívinum hjá Svein, at ferðin gongur heim til teir himmalsku búðstaðir.

Svein hevur eisini eina sera áhugaverda lívsøgu at siga fra. Hetta kemur alt fram í filminum sum er við í fløguhúsanum, filmurin ber heitið “Tvey lív – Ein lívsleið”.

Í samband við útgávuna, vera útgávukvøld, við filmi, sangi og tónleiki, á fylgjandi støðum:

Fríggjakvøldið 25. sept. kl. 21.00 í Roynhøllini, Hvalba
Leygarkvøldið 26. sept. kl. 20.00 í Betesda, Klaksvík
Sunnukvøldið 27. sept. kl 18.00 í Ebenezer, Tórshavn
Mánakvøldið 28. sept. kl. 20.00 í Nebo, Toftir.

Ókeypis atgongd er til øll kvøldini.

Skriva viðmerking