Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. mai 2015

Á Bylgjulongd fríggjadagin 29. mai 2015

Gestur er Jeffrey Bernstein. Hann hevur ferðast nógvastaðni í heiminum og hevur, í mongum kirkjum og samkomum, boðað boðskapin um hvussu kristin kunnu bera evangeliið aftur til tað jødafólkið, haðani evangeliið upprunaliga er komið. Jeffrey kennir persónliga kallið um, at jødar eiga at vera ein fyrimynd og ljós fyri øll fólkasløg. Hann stovnaði felagskapin “Gates of Zion”, (Portur Zions) sum hann er formaður fyri. Hesin felagsskapur verður stuðlaður við gávun og sjálvboðnari arbeiðsmegi. Endamálið er at røkka jødar við evangeliunum um Messias og upplýsa tey kristnu um jødisku røtur og uppruna teirra, og geva teimum høvi at vera við at fáa jødarnar heim. Gates of Zion hevur heimasíðuna: www.gatesofzion.net – Konta hjá Gates Of Zion í Eik Banka: 9181: 171.530.7

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking