Á Bylgjulongd týsdagin 26. mai 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 26. mai 2015

Fyrsti gestur er Jógvan á Lakjuni, sum tosar um søguna í samband við at fáa sangbøkur á føroyskum. Síðani verður greitt frá nýggju sangbókini hjá Brøðrasamkomuni, sum varð løgd fram alment Hvítusunnudag á samfelagsstevnuni í Klaksvík. Bókin fæst bæði við harðari og bleytari permu og fæst í bókhandlum kring landið. Síðani er vitjan av Paul Bungay úr Onglandi, sum saman við 20 øðrum fólkum úr Eastgate Church hava verið við til eitt vikuskiftisskeið í Filadelfia í Havn um Hvítusunnuna. Saman við honum er Tummas Jacobsen, fyristøðumaður.

Vertur: Eydna Háberg
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking