Á Bylgjulongd týsdagin 19. mai 2015

Á Bylgjulongd týsdagin 19. mai 2015

Fyrst ringja vit til Tummas Jacobsen fyristøðumann í samband við at Hvítusunnustevna verður í Filadelfia í Havn. Í hesum sambandi koma fleiri vitjandi úr Onglandi ið koma at undirvísa og tæna. Heiti er Eldkveikjarar – Frígeving av Guds Ríkis Mentan. meiri fæst at vita um tilmelding v.m. á www.filadelfia.fo Síðani eru Judy og Óli á Grømma gestir, tey hava síðani tey vóru blaðung virkað innan trúboðarafelagsskapin New Tribes Mission, har Óli er formaður í altjóða aðalnevndini hjá NTM. Óli greiðir m.a. frá hvussu NTM arbeiðir millum ónáddar ættarbólkar, har tey hjálpa við praktiskum tingum og umseta bíbliuna til málið í ættarbólkinum. Meiri sæst á heimasíðuni hjá www.NTM.org

Vertur: Eydna Háberg
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking