Lindin 15 ár

Lindin 15 ár

24. januar 15 ára stuðulsdagur
Nú leygardagin 24. januar hevur Lindin stórt stuðulstiltak. 15 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda gleðiboðskapin um Jesus Kristus til fólk í Føroyum. Fyri stuttum var  ein sendari settur upp í Sandvík og ein í Hvalba. Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 90 % av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggjað allan raksturin av Lindini. Stuðulin er árliga áleið 1,6 mill. Umleið 50 fólk, flestu teirra sjálvboðin, eru onkusvegna virkin í Lindini. Alt hetta ber til, tí so nógv standa saman um Lindina.

Stóri stuðulsdagurin nú leygardagin 24. januar byrjar kl. 11.00, har sent verður beinleiðis úr Hvalba, útvarpstovuni í Havn og Klaksvík og hildið verður á, líka til høvuðsvinningurin, verður drigin kl. 23.30. Eins og undanfarin ár verða útvarpsprát við gestir, og livandi tónleikur við einstaklingum, m.a. Ari Danielsen, Jónsvein Heinesen, Jórun Pólsdóttir og Ári Samson. Karmarnir um sendingina í Hvalba er bygdaráðshúsið, haðani sent verður frá kl. 11 til kl. 15. Prátað verður við fólk úr Hvalba, Sandvík og aðrastaðir úr Suðuroynni og suðringar luttaka eisini við sangi og tónleiki. Seinni um dagin og út á kvøldið verður sent úr Havn og úr Klaksvík. Vinningar verða lutaðir út til tey, ið stuðla Lindini fast ella geva eina gávu, har høvuðsvinningurin er ein ferð til Ísrael á páskum. Lagt verður upp til ein stuðulsdag við serligum dámi og – upplivingum.

Høvi verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul hjá Lindini, hækka stuðulin ella lata eina gávu. Tað kann gerast á heimasíðuni www.lindin.fo ella við at ringja til Lindina sama dag, har fólk verður at taka telefonina. Tlf. 321377 og SMS 521377.

Vit gleða okkum til dagin við takksemi til tykkum øll, ið stuðla, koma við vinningum, lýða á, luttaka og ikki minst til Hansara, sum gav Son Sín, Jesus Kristus, okkum til loysigjald.

Skriva viðmerking