Monthly Archives: januar 2014

Á Bylgjulongd týsdagin 21. januar 2014

Á Bylgjulongd týsdagin 21. januar 2014

Fyrst greiðir Jenis av Rana frá stóra stuðulstiltakinum hjá Lindini, sum verður leygardagin 25. januar, nú Lindin fyllir 14 ár. Sent verður frá kl. 09.00 – 23.00 bæði frá Lindini og stóra og fjølbroytta tiltakinum í Østrøm á Skálatrøð. Síðan kemur Anna Maria Simonsen, sjukrarøktarfrøðingur úr Havn á vitjan, og hon greiðir frá, hvussu ……. Les meira

Explore mánakvøldið 20. januar 2014

Explore mánakvøldið 20. januar 2014

Aftaná ein steðg i 2 vikur, eru vit klár at senda aftur 🙂
Í sendingini í dag – 20. januar – práta vit við Anju Nielsen, sum er trúboðari í Filipsoyggjunum. Vit hoyra um hennara arbeiði og virki, og hvussu Gud arbeiðir har. Vitjið okkum eisini á fcb-síðu ….. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 16. januar 2014

Á Bylgjulongd hósdagin 16. januar 2014

Í morgun eru vit í útvarpsstovuni í Klaksvík, og har er Hallgerð Akurstein gestur, og hon fortelur vegna Aglow Felagsskapin um ein Aglow temadag, sum verður í Kelduni í Skálafirði 1. februar kl. 10.00 -16.00. Evnið eitur Samleiki tín í Kristi, og gestur og talari verður Anna Hammer úr USA. Til ber at tekna seg hjá Tórgunn Lamhauge á …..
Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 13. januar 2014

Á Bylgjulongd mánadagin 13. januar 2014

Frants Jensen greiðir frá um Blákrossbúðina í Kongagøtu í Havn. Endurnýtsluhandilin er latin upp aftur eftir umbygging og aðrar broytingar. Handilin er opin mán-frí. kl.10-12 og kl. 14.00-17.30. Ley. kl. 11-14. Handlarnir í Miðvági og Saltangará eru opnir mán-frí. kl. 13.00-17.30. Ley. kl. 10-14. Síðani greiðir Ólavur Guttesen frá ….. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 9. januar 2014

Á Bylgjulongd hósdagin 9. januar 2014

Gesturin í studio í Klaksvík í morgun er Hilda Viderø, familjuterapeutur, og hon greiðir frá einum stórum almennum fundi, sum var á skeiðsstaðnum hjá henni í Lamba – Grúgvuni – týskvøldið. Hetta var ein kjakfundur um seksuellan ágang í kirkjum og samkomum, og innboðin vóru prestar, elstir og vit øll onnur. Vitjið eisini ….. Les meira

Muffins mikukvøldið 8. januar 2014

Muffins mikukvøldið 8. januar 2014

Í kvøld eru Brynja Jacobsen og Tummas Eivind J. Hansen gestir í Muffins. Tey framføra nøkur løg saman og tosa um, hvat Jesus hevur gjørt í teirra lívi.
Róm. 8.1: “So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi.”
Sendingin verður endursend fríggjadagin kl. 17 og leygarmorgun kl. 01. Vitja eisini Muffins ….. Les meira