Monthly Archives: januar 2011

Á Bylgjulongd mánadagin 17. januar 2011

Á Bylgjulongd mánadagin 17. januar 2011

Heri Kjærbo greiddi m.a. frá átakinum ”Toymisferðir”, sum aftur verður komandi summar, og vit hoyrdu frá Mikkjal á Bergi um bókina hjá Corrie Ten Boom “Í húsi faðirs míns”, sum Mikkjal hevur umsett til føroyskt. Í sendingini vóru Absalon Áargarð og Hans David Samuelsen saman við praktikantinum Rúna Rógvason Rasmussen úr Runavík, sum hevur arbeitt í Lindini í síðstu viku og verður ….. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 14. januar 2011

Á Bylgjulongd fríggjadagin 14. januar 2011

Vit høvdu vitjan av Preben Hansen og Jenis av Rana. Teir søgdu eitt sindur um, at Lindin fer at hava eina serliga sending á skránni leygardagin 22. januar í sambandi við, at Lindin verður 11 ár 21. januar. Tá verður høvi hjá øllum at geva eina føðingardagsgávu til Lindina. Lutakast verður millum øll, sum hava givið eina gávu. Síðani tosaðu ….. Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 13. januar 2010

Á Bylgjulongd hósdagin 13. januar 2010

Í sendingini høvdu vit fyrst vitjan av Frants Jensen, miðlaleiðara, og vit tosaðu um, at hann hevur verið í Póllandi á eini ráðstevnu fyri Lousanne samráðið fyri jødamissión. Eisini høvdu vit vitjan av Sverra Steimhólm, presti, ið greiddi frá toymisbólkum í Ísrael, sum í fleiri ár hava verið millum drusarnar, sum ….. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 11. januar 2011

Á Bylgjulongd týsdagin 11. januar 2011

Í morgun høvdu vit vitjan av Kurt Johansen, leiðara fyri Sat7 og Hera Kjærbo, boðanarleiðara hjá Heimamissiónini. Prátað varð um sjónvarpssendingarnar, sum Sat7 sendir til arabiska heimin. Síðani var Jacobina Heinesen gestur, og hon segði frá, hvussu Harrin grøddi hana gjøgnum bøn við handaálegging. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 10. januar 2011

Á Bylgjulongd mánadagin 10. januar 2011

Í sendingini hoyrdu vit frá Hera Kjærbo um eina vitjan av leiðaranum fyri SAT-7 fylgisveinaverkætlanina. Eisini vitjaðu Høgni Johannesen og Símun Absalonsen í sendingini, og teir greiddu frá einum skeiði um trúðarverju, sum verður á Zarepta 21.-25. februar. Orðið fyri dagin var úr Sálmi 23, v. 4: Um eg so skal ganga í dali ….. Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 7. januar 2011

Á Bylgjulongd fríggjadagin 7. januar 2011

Vit ringdu til Jógvan Purkhús, har hann greiddi frá Gideonfelagnum í Íslandi. Felagsskapurin býtur út nýggjatestamenti á skúlar, hotell, gistingarhús o.a. Hann ynskir, at vit í Føroyum biðja fyri teirra verki, og at tey framvegis sleppa at býta út nýggjatestamenti til børn og ung á skúlum. Síðani vitjaði ….. Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 4. jan. 2011

Á Bylgjulongd týsdagin 4. jan. 2011

Fyrstu gestirnir vóru Mirjam Carlsen og Svenning av Lofti, sum m.a.søgdu frá eini serligari hending teimum hevði verið fyri í Bethlehem á jólum. Seinni kom Vida Axelsdóttur Højgaard, vit prátaðu m.a. um bókina ”Mørk” og yrkingasavnið ”Novemburmorgun”, sum hon hevur givið út. Síðani segði hon frá andaligum broytingum í hennara lívi tey seinastu árini. Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 3. januar 2011

Á Bylgjulongd mánadagin 3. januar 2011

Í fyrstu morgunsendingini í ár spældu vit nógvan tónleik, sum kom út í 2010. Eisini vitjaði Óli Poulsen í sendingini, og hann greiddi frá felagskirkjuliga tiltakinum, sum var á nýggjárinum. Orðið fyri dagin var úr Sálmi 90, 12: At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjartað! Les meira