Tummas Jacobsen greiddi frá nýggjari sendirøð í Lindini, har hann er vertur. Hann segði millum annað frá týdninginum av lovsangi – her syngja vit til Gud – vanliga syngja vit um Gud. Sendingin eitur “Lovsangsløtan” og er at hoyra her í Lindini annað hvørt mánakvøld kl. 22.00. Aftaná tosaði Preben Hansen við Jónar Jacobsen, ið býr við familju sínari í Kalundborg, har hann er leiðari í einari hvítusunnusamkomu. Hann segði frá fjølbroytta arbeiði sínum har. Millum annað er hetta ein multi-etnisk samkoma, og hetta ger tað bara enn meira spennandi.
Vertur: Preben Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som…"
-
-
Tummas Jacobsen
-
-
Mynd av Kalundborg