Á Bylgjulongd fríggjadagin 13. nov. 2009

Á Bylgjulongd fríggjadagin 13. nov. 2009

Fyrst hoyrdu vit eitt brot úr eini talu hjá Valdemar Lutzen. Síðani vitjaði Jóannes Fonsdal í útvarpstovnuni og greiddi frá at Missiónshúsið í Vestmanna er vígt 10. nov. 1929 av Kristian Jensen Grøn, sum tá var sóknarprestur í Norðurstreymoyar prestagjaldi. Sostatt er missiónshúsið 80 ár í ár. Leygardagin 14. nov. verður eitt sangmøti kl. 20.00 við luttøku úr Gøtu, Vestmanna o.ø. og sunnudagin 15. nov. verður føðingardagsborðhald kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Til seinast hoyrdu vit Tór Arna Samuelsen beinleiðis frá GLS-ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, har hann fekk eisini eitt prát við Heðin Poulsen, sum er ein í nevndini fyri ráðstevnuna. Les meira um GLS-ráðstevnuna á www.gls.fo

Vertur: Absalon Áargarð

Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel "Save link as…" ella "Gem destination som…"

Skriva viðmerking