Á Bylgjulongd hósdagin 24. september

Á Bylgjulongd hósdagin 24. september

 Lurta eftir sendingini

Fongsulsmissjónin í Rumenia

“Rescue mission” Forvitnislig vitjan úr Rumenia 25. Sept. -05. Okt. 2009

Rumensku hjúnini, Monica og Giurgio Cosmin, úr Cluj-Napoca, vitja í Føroyum í døgunum 25.sept. til 05.okt. Hann kemur at ferðast kring landið at greiða frá fongsulsarbeiðinum hjá Rumensku missjónini, Rescue Mission, sum merkir bjargingarmissjón. 

Rescue Mission/Bjargingarmissjón hevur virkað í uml.18 ár millum fangar í Rumenskum fongslum, sum eru dømdir í ymisk áramál og  heilt upp til lívlanga fongsulsrevsing. Talan er um fangar av øllum slag, frá vanligum innbrotum, til neyðtøku og manndráp.

Byrjanin

Tað var danski landmaðurin, Torkil Jørgenesen og kona hansara Sonja, úr Kolding, sum byrjaði arbeiðið, eftir at Harrin hevði kallað hann eina náttina, hann ikki fekk sovið, undir eini vitjan í Rumenia í 1992. Tað, sum Harrin legði á hansara hjarta, hesa náttina, var at fara og vitja fongsli í Rumenska býnum Aiud. So ótrúligt tað ljóðar, so fekk Torkil, saman við einum Rumenskum tulki, loyvi at koma inn at hava eitt prát við fongsulsleiðsluna. Fyri at gera eina langa og spennandi søgu stutta, so førdi hendan vitjanin til eitt miðvíst sosialt evangeliskt arbeiði í fleiri fongslum um alt Rumenia til dagin í dag. Torkil doyði brádliga 4. januar  í ár, bert 56 ára gamal.

Arbeiði mennist

Arbeiði gjørdist størri og størri, og fyri at skipa arbeiði meiri, so varð felagsskapurin Rescue-Mission stovnaður, og tað er hesin felagskapurin, sum rekur arbeiðið í dag. Missjónin er Rumensk og er heimahoyrandi í býnum Cluj, har teir hava skrivstovu-  goymslu- og fundarhølir. Tað eru trý fólk í Rumenia, sum arbeiða fulla tíð innan Rescue-Mission, av teimum er Cosmin ein. Afturat teimum eru nógv fólk, ung og eldri frá samkomum og kirkjum, sum geva av síni tíð til fongsulsarbeiði, so sum at vitja fongslini, tala, vitna, syngja, svara brøvum frá fangum, umsita brævaskeiðir, pakka neyðsynjarlutir, gera brævbjálvar klárar, pakka bíbliur, nýggja testamentir, andaktsbøkur og annan kristnan lesna. Afturat hesum koma mangar aðrar praktiskar tænastur.

Tá fongslini verða vitjaði, savnast fangarnir í størri og minni bólkum, frá 15 monnum til 80-90 menn, alt eftir hvat slag av fangum talan er um. Síðani verður sungið, vitnað og talað, og tað verður lagdur stórur dentur á, at ein greiður evangeliskur boðskapur verður kunngjørdur. Tað verður eisini undirvíst út frá orðinum, tí fleiri av fangunum eru trúgvandi. Brævaskeiðir í túsundavís verða býtt út, og teir, sum ikki eiga eina bíbliu fáa eina bíbliu ella nýggja testamenti frá Rescue-Mission.  Eisini verða gávur býttar út, so sum andaktsbøkur, brævbjálvi við frímerki og brævpappíri, pennur, toiletpappir, sápa, hosur og aðrir neyðsynjarlutir.

Opnar dyr

Arbeiði er góðkent av Rumenska løgmálaráðnum, og øll tey uml. 30. fongslini í Rumenia eru opin fyri Rescue-Mission, men Cosmin sigur, at teir kunnu ikki vitja øll fongslini, tí tað hava teir ikki manning til. Cosmin hevur lisið løgfrøði, og hetta gevur honum eitt ávíst ástøði at arbeiða út frá, sum er til hansara fyrimun, og eisini kann hann betur geva fangunum fagliga hjálp, um teir ynskja tað, tá teir koma út aftur í gerandisdagin. 

Tað eru túsundavís av brøvum frá fangum, arkiveraði á skrivstovuni hjá Rescue Mission í Cluj. Hesi brøv innihalda alt slag av dramatiskum persónssøgum, har fleiri søgur enda við, at viðkomandi fangi hevur funnið nýtt lív í Kristusi. Tá hugt verður í bakspegilin hesi seinastu 18 árini, er tað ein stórur skari av fangum, sum eru komnir til persónliga trúgv. Nakrir eru komnir út og fleiri sita enn, og fleiri koma aldri út. Fangarnir, sum hava tikið við trúgv á Jesus koma saman við øðrum fangum til bøn, bíbliulestur og sang.

Fongsulsleiðslan sigur, at síðani Rescue-Mission byrjaði eitt miðvíst sosialt-evangeliskt arbeiði í fongslunum, er tilstandurin og moralurin millum fangarnar vorðin nógv betri. Har teir áður bardust og róptu, har hoyrir man í dag sang inni í klyvunum.

Hetta og mangt annað fer Cosmin at vísa okkum og greiða frá á møtum kring landi teir næstu dagarnar. Cosmin kom ógvuliga tíðliga upp í arbeiði.

Seinastu árini hava føroyingar verið við í arbeiðinum: Hans Jákup á Lava úr Havnini, sum býr í Danmark, Svenning av Lofti og undirritaði. Vit hava bjóðað Cosmin og konuni at koma til Føroyar at siga frá arbeiðinum. Vit fara at heita á fólk um at møta væl upp til møtini og at bjóða øðrum at koma við.

Stuðul

Fyrireikararnir ynskja, at ferðin í Føroyum má vera við til at vekja fólk at stuðla og biðja fyri arbeiðinum. Ein konto er stovnað í Eik banka, har tað er møguleiki at flyta gávur inn á, um ein ynskir at stuðla arbeiðinum. Eisini ber til at hitta Cosmin persónliga eftir hvørt møti.

Heiti á kontoini er: Fongsulsmissjónin í Rumenia “Rescue-Mission.” Kontonummarið er 9181 1512066

Ein skal viðmerkja  við flytingini: Fongsulsmissjón.

Eisini er ein donsk konto: Reg. 1569 Konto: 0 005 323 452 Viðmerkjast  skal: Fængselsmission

Møtiskráin:

Fríggjakvøldið    25. sept. Ungdómsmøti í Berøa, Saltangará    kl.21.00

Leygarkvøldið     26.   —    Í skúlanum í Kollafirði                      kl.20.00

Sunnudagin          26.   —    Berøa, Saltangará                            kl.11.30

Sunnukvøldið       27.   —    Mizpa, Eiði                                       kl.18.00

Mánakvøldið        28.   —    Evangeliiðhúsið, Tórshavn              kl.20.00

Týskvøldið           29.   —     Nebo, Toftir                                    kl.19.00

Mikukvøldið        30.   —     Siloa, Fuglafjørður                         kl.19.30

Hóskvøldið          01. okt.   Nazaret, Kaldbak                            kl.20.00

Fríggjakvøldið    02.   —     Hebron, Norðdepli                          kl.20.00

Leygarkvøldið     03.   —     Bygdahúsið á Sandi                        kl.20.00

Sunnukvøldið       04.   —     Ebenezer, Tórshavn                        kl.18.00

Skriva viðmerking