Á Bylgjulongd 16. feb. 2009

Á Bylgjulongd 16. feb. 2009

Vit ringdu til Andrew Djurhuus, sum greiddi frá einum sangmøti, sum verður í salinum Nebo á Toftum komandi leygarkvøld 21. feb. Um dagin verður ein serlig undirvísing fyri lovsangarar og tónleikarar, tað verða fólk úr samkomuni "Lívdin" í Hoyvík, sum undirvísa og so verður alment lovsangsmøti kl. 20.00 um kvøldið. Heimasíðan hjá Nebo er: www.nebo.fo

Aftaná høvdu vit eitt prát við Sunivu Kass, formann í felagsskapinum Agape, sum í samband við teirra aðalfund hevur tveir áhugaverdar fyrilestrar tann fyrri undir heitinum "Diakoni", prátað var um hvat hetta orðið inniber – stutt sagt snýr tað seg um kærleika til næstan. Hin fyrilesturin nevnist "Í mótgongd, viðgongd og tómgongd" og er tað hjúnarbanið, sum er evnið. Heimasíðan hjá Agape er: www.agape.fo

Seinast í sendingini var eitt prát við Tór Arna Samuelsen, sum greiddi frá sínum upplivingum í Grønlandi bæði í samband við hetta stórsligna landið, arbeiðið, kaffimikk og tað, sum hendi á møtunum.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Erna Háberg

Skriva viðmerking