Á Bylgjulongd 1. sept.

Á Bylgjulongd 1. sept.

Lív Jóhannesen greiddi frá Junior arbeiðinum, ið er byrja í Meinigheitshúsinum í Havn, sum er fyri ungdómar frá 5.-7. flokk. Hetta tiltaki er hvørt mánakvøld í kjallarinum í Meinigheitshúsinum í Havn.

Síðani ringdu vit til Mari í Løðuni, har vit hoyrdu tað nýggjasta frá bátinum Juvel í Grønlandi, har nógvir føroyingar eru við eisini.

Til seinast høvdu vit vitjan av Ingrid Mariu Mellemgaard í útvarpstovuni. Hon hevur verði á DTS hjá Youth With A Mission í USA. Frá sept. ’08 til summar 2009 fer Maira í fulltíðar tænastu á YWAM mission miðdeplinum í Skjærgårdsheimen, Flekkerøya. Har skal hon verða við í eini tænastu sum eitur Multiteam, har tey arbeiða fyri at náa ungum og innvandararum í suður Norra. Les meira á heimasíðuni www.heimen.org

Um tú ynskir at stuðla Mariu í hennara arbeiði sum trúðboðari, so kanst tú flyta pening á konto í Føroya Banka 6460 – 4513640 ella skriva til hennara á mariamell85@hotmail.com um tú hevur spurningar til hana.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking