Á Bylgjulongd 13. juni

Á Bylgjulongd 13. juni

Martin í Grund
Martin í Grund greiddi frá at hann og bólkurin hjá sær "Marstin and the revolators"skulu til Ísland at spæla seinast í juni mánað. Vitja myspace.com/marstinandtherevelators, har eru 4 sangir sum ber til at lurta eftir. Teir skulu luttaka á festivalinum www.biggospelfestival.com, sum er frá 20.-29. juni 2008. Tað er ókeypis at koma á Festival. Les meira um festivalin á www.123.fo

Festivalur Frenzy ’08
Andrew Djurhuus og Pól Andrias Larsen greiddu frá at teir hava verði á festivali í Edinburgh 7. juni, sum eitur www.frenzyfrenzy.com Luttakara vórðu Delerious?, Chris Tomlin, David Crowder Band, Rebecca St.James, Yfriday, Phil Wickham og Leeland

Aglow møti 14. juni í Sørvági
Lív á Dul Jacobsen greiddi frá at tað verður Aglow møti í Húsmørafelagshúsinum í Sørvági leygarkvøldið 14. juni kl. 20.00. Kvinnur úr koma at luttaka, fari verður frá Oasuni í Hoyvík kl. 19.00

Barnalegur hjá Heimamissiónini á sumri 2008
Marjon Poulsen greiddi frá barnalegunum sum verða í Nesvík, Sørvági og Porkeri. Les meira um legurnar her og her. Hon segði at tað framvegis er brúk fyri hjálparfólki til legurnar og heitir á áhugaði, eldri enn 18 ár, um at boða frá, um tey vilja hjálpa til. Eisini er brúk fyri nógvum mati, bæði døgurðamati, breyðum, køkum, bollum og øðrum.

Lurta eftir sendingini her

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Skriva viðmerking