Lovsangsráðstevna í Kelduni
Eyðun Jacobsen greiddi frá lovsangsráðstevnuni sum verður í Kelduni í Skálafirði 17.-20 apríl. Heiti á ráðstevnuni er: Heilagur er Harrin. Á ráðstevnuni verða seminar, workshop, møtir og konsertir. Høvuðstalari á ráðstevnuni verður Tom Inglis úr Avstralia.
Tilmelding kann gerast á heimasíðuni hjá Kelduni www.keldan.fo og á tlf. 596161 ella á 742500.
Kostnaður: Seminarini: 200 kr. Seminar og nátturða: 300 kr.
Les meira á heimasíðuni hjá Kelduni her
Ungdómslega hjá Filadelfia í Havn
Filadelfia ungdómur hevði legu í Libanon í Sørvági 28.-30 mars. Regin við Skipá var í útvarpstovuni og greiddi frá.
Big Gospel Festival í Íslandi
Big Gospel Festival í Íslandi í 10 dagar frá 20. juni til 29. juni 2008. Ása Fjallstein greiddi frá hvat er á skránni. Tað er ókeypis at koma á Festival.
Ætlanin er at fáa tilboð uppá hópferðir bæði frá Atlantic Airways og Smyril line.
Um tit hava spurningar, vinarlig seti tykkum í samband við:
email: asf@internet.is ella telf. 00354-568-2049 (Ása Fjallstein)
Les meira um festivalin á www.123.fo og á www.biggospelfestival.com
Lurta eftir sendingini her
Vertrar: Tór Arni Samuelsen