Á Bylgjulongd 27. februar

Á Bylgjulongd 27. februar

Jens Peder Pedersen, sum var í Føroyum í samband við eina møtirøð í Vestmanna seinasta vikuskiftið, greiddi frá samanleggini av samkomunum Kristen Center i Herning og Herning Menighedscenter. Eisini segði hann frá eini ferð á Fillippinunum, ið hann saman við øðrum var í november 2007.

Immi Dam, sum saman við konuni Tórgerð var gestir í morgunsendingini í síðstu viku, var aftur gestur í dag. Hesuferð hevði hann nógv at fortelja frá dananum Johhny Noer, sum í nógv ár hevur búð í Ísrael og ger eitt gott arbeiði har, bæði í ssamband við ungar palestinar og ungar jødar. Arbeið hansarar á hesum økinum ger, at fleiri av hesum ungu gerast vinir fyri lívið, hóast útgangsstøði var tað øvugta nevniliga fíggindskapur. Tú kanst vitja heimasíðuna hjá Johhny Noer.

Lurta eftir sendingini

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen

Skriva viðmerking