Á Bylgjulongd 22. feb.

Á Bylgjulongd 22. feb.

Lennart Fjell úr Livets Ord Uppsala í Kelduni
Leif Høj greiddi frá vitjan av Lennart Fjell úr Livets Ord Uppsala í Kelduni vikuskiftið 23. og 24. februar. Lennart Fjell hevur staðið á odda fyri ísraelsarbeiðinum hjá samkomuni.

Lennart hevur høvuðsábyrgdina av Ísraelsferðunum hjá Lívsins Orð, umframt felagsskapinum Operation Jabotinsky, ið arbeiðir til frama fyri jødar í farna Sovjetsamveldinum.

Møtini við Lennart Fjell verða: Leygarkvøldið kl. 21.00 og sunnukvøldið kl. 17.00

Les meira um Lennart Fjell og arbeiði hansara her

Magnetlistin
Sjúrður Olsen greiddi frá Magnetlistanum í Lindini, hvørjir sangir eru á listanum og um hvussu tað ber til at atkvøða á heimasíðuni.

Magnetlistin, trýst her

Kjakkvøld um Politikk og trúgv

Jens Wang greiddi frá at hóskvøldið 21. feb. var kjakkvøld á Brekku í Hoyvík, evni var politikkur og trúgv. Á kjakfundinum royndi Rólant í Skorini fyrst at greina viðurskiftini, ið stinga seg upp tá vit royna at taka eina støðu um sambandið ímillum kristna trúgv og politik. Aftaná varð kjak. Fyrilesturin hjá Rólant í Skorini kann hoyrast á www.livdin.fo

Toymisferð til Sierra Leona ístaðin fyri Kenya

Toymisferðin hjá Heimamissiónini, sum skuldi vera til Kenja í summar, er vegna ófrið í landinum, broytt soleiðis, at farið verður til eitt annað afrikanskt land, nevniliga Sierra Leona. Tekna teg ella hoyr hjá Rógva Eidisgaard tlf. 222901 og Jógvan Højgaard tlf. 591313

Les meira her

Lurta eftir sendingini her<<<<

Skriva viðmerking