Á Bylgjulongd 18. feb.

Á Bylgjulongd 18. feb.

Missiónsvika á Skála

Frits Thomsen sum er formaður fyri stýri hjá missiónshúsinum á Skála, greiddi frá missiónsvikuni á Skála 19.-24. feb. Nógv ymiskt er á skránni. Frits greiddi eisini frá virkseminum í missiónshúsinum.

Les skránna her

Kjakkvøld um politik og trúgv

Jens Wang greiddi frá at hóskvøldið 21. feb. kl. 20.00 á Brekku í Hoyvík, verður kjakkvøld um politik og trúgv. Á kjakfundinum fer Rólant í Skorini fyrst at greina viðurskiftini, ið stinga seg upp tá vit royna at taka eina støðu um sambandið ímillum kristna trúgv og politik. Tá hann hevur lagt spurningarnar á borðið, verður fari at kjakast um evnið. Endamálið við kjakfundinum er ikki, at royna prógva ella mótprógva eini ávísari støðu, men heldur hjálpa hvørjum øðrum, at hugsa klárt um styrkir og veikleikar í ymsu støðunum.

Lesi meira á heimasíðuni www.livdin.fo

Flare Extended í Filadelfia

Vit hoyrdu Regin við Skipá greiða frá “Flare Extended” sum var í Filadelfia leygarkvøldið 16. feb. kl. 21.00

Evangelisk møtir í Ebenezer og í Læraraskúlahøllini

Svenning av Lofti, Svein Petersen, Páll á Lakjuni og Jógvan Páll Sevdal hava evangelisk møtir í Ebenezer og í Læraraskúlahøllini 17. – 24. feb. Umframt møtini fer Páll á Lakjuni at hava fýra fyrilestrar leygardagin 23. februar kl. 13.30-17.00 í Ebenezer, undir heitinum “Fýra Guds menn í Gamla Testamenti.”

Les meira um møtini her

Lurta eftir sendingini her<<<<

Skriva viðmerking