M.C. á ferð í Ukreina, 7. partur

M.C. á ferð í Ukreina, 7. partur

Orsaka av trygdarskipanini á staðnum, fekk mikrofonin hjá M.C. ikki upplivilsið við hendan dagin, men ráð vóru fyri tí. Eftir vitjanina sessaðust føroyingarnir, Jógvan og Kristina Jacobsen úr Vestmanna, og Beinta og Eiler Jacobsen úr Havn saman við Restorff´s hjúnunum til ein kaffimunn á gistingarhúsinum, har toymið heldur til. Dagsins óvanligu eygleiðingar og kenslubornu upplivingar struku tvørtur um borðið, og gerast í stóran mun dagsins tema.

Frásøgnin hjá Sigvardi Wallenberg sála um umvending hansara, fer loksins at nærskast endanum. Nú tykist hesin fyrrverandi undirhaldarin at fáa fast undir føtir.

Lurta eftir sendingini her<<<<

Sendingin er at hoyra

Týsdagin 19. feb. kl. 13.10 – Mikukvøldið 20. feb. kl. 23.00 – Mikudagin 27. feb. kl. 15.00 – Leygardagin 1. mars kl. 21.00

Skriva viðmerking