Á Bylgjulongd 1. feb.

Á Bylgjulongd 1. feb.

Summartúrur í Sambia 

Napoleon Smith og Óli Jákup Jacobsen greiddu frá einum túrið í Sambia í Suðurafrika, sum teir og Jón Absalonsen vóru til á sumri 2007

Stuðulskonsert – Hjálp jødunum heim

Dánjal Poulsen greiddi frá at sunnukvøldið, 3. februar kl. 20.00 verður stuðulskonsert í Læraraskúlahøllini á Frælsinum í Havn. Kostnaður 50 kr.

Umframt Israelu Assago, so fara eisini Heini Lützen og Sigrið Rasmussen at syngja á konsertini.

Saman við songkvinnuni úr Ísrael, koma eisini føroyavinirnir Jan Rosenberg og Jakob Snir, sum fara at greiða frá aktuellum viðurskiftum í Ísrael.

Vinir Ísraels í Føroyum, Ísraelsfelagið og Ísraelsmissiónin vóna at Læraraskúlahøllin verður stúgvandi full, tí hetta verður eitt serstakt og forkunnugt kvøld, har Ísrael og útvalda fólk Guds, jødarnir, verða í middeplinum.

Tiltak í Trongisvági 1.-2. feb.

Dánjal Petersen greiddi frá einum sang og tónleikatiltaki í Trongisvági fríggjakvøldið 1. feb og leygarkvøldið 2. feb. Bæði kvøldini kl. 21.00. Luttakara verða Lisa Frederiksberg og Terji Vestergård saman við egnum tónleikarum. Danjal Petersen saman við einum ungdómsbólkið úr Kelduni í Skálafirði, fer eisini at luttaka. Tiltakið er ókeypis og fyri øll.

Lurta eftir sendingini her

Skriva viðmerking